Ein almenn fráboðan er komin frá russiska forsetanum Vladimir Putin, at sýriska stjórnin hjá Assad og uppreistrarherliðini eru nú komin til sættis um at leggja vápnini. Tað skriva fleiri útlendskir miðlar í dag.
Friðurin skal koma í lag kl. 22 í kvøld.
Uttanríkisráðharrin í Turklandi, Mevlut Cavusoglu, sigur, at Turkaland og Russland standa aftanfyri sum samráðingarleiðarar og trygd fyri, at friðurin skal halda.
Turkaland hevur stuðla uppreistarliðnum, meðan Russland hevur verið stuðul hjá Assad.7
Kríggið í Sýra hevur vart í meir enn fimm ár og hevur kravt eini 400.000 mannalív, sambært ST.