Friðarligt ársskifti

Hóast nógv fólk vóru í býnum í Havn nýggjársaftan, so var talan um eitt rættuliga friðarligt ársskifti, verður upplýst á politistøðini í Havn.

Vakthavandi á politistøðini í Havn sigur, at nakrir smávegis skaðar av fýrverki vóru, men ikki nakað álvarsligt.

Sum vanligt vikuskifti
Nýggjársaftan var ein bilførari tikin fyri at koyra við kenning í Havn, og hann verður nú ákærdur fyri rúsdrekkakoyring.
Nakað av herverki var eisini, og millum annað var onkur postkassi sprongdur í luftina. Hetta hevur í mong ár verið rættuliga vanligt í grannalondum okkara, at ótangar sprongja postkassar í luftina í sambandi við nýggjárið, og nú sær tíverri út til, at hetta er við at vinna fram í Føroyum eisini.
Tórshavnar Sløkkilið hevði undan nýggjárinum givið loyvi til 80 ymisk bál kring høvuðsstaðin, og sambært løgregluni hava ongir trupulleikar verið av hesum. Vakthavandi á politistøðini sigur, at teir ongar fráboðanir hava fingið um ólóglig ella vandamikil bál, og hann heldur eina orsøk verða, at veðrið var so mikið gott nýggjársaftan.