Friðarráðstevnan gevur neyvan frið

Teir flestu Miðeystur-serkønu vænta sær lítið burtur úr friðarráðstevnuni í Annapolis í USA. Teir seinastu dagarnar hevur amerikanska stjórnin, sum er vertur, eisini sagt, at øll framstig eru góð stig. Umboð fyri Ísrael, palestinsku sjálvsstýrismyndugleikarnar og 16 arabisk lond er á ráðstevnuni í Annapolis. Men palestinska stjórnin er ikki umboðað, og í gjár nýttu Ismael Haniyeh, forsætisráðharri, høvi til at mótmæla ráðstevnuni. Myndin omanfyri er tikin eftir fundin í Gaza.