Tað verða eingir dystir í landskappingini í hondbólti hett vikuskiftið.
Bestu deildirnar hjá bæði monnum og kvinnum hava frí, tí hetta vikuskiftið er seinasta freist at fáa avgreitt steypadystirnar í 2. umfari.
Nógvir av steypadystunum eru longur spældir, og onkrir verða spældir í vikuskiftinum. Landskappingin liggur still fram til mikudagin, tá tveir dystir verða. Tá fara mansliðini hjá H71 og Neistanum at spæla í Havn og kvinnuliðini hjá Kyndli og GÍ somuleiðis. Á Skála verður toppdystur millum StÍF og Neistan.