Tað voldi til harðskap, tá argentinska stórliðið, River Plate, fyri fyrstu ferð í 110 ára gomlu søgu felagsins flutti niður úr bestu deildini eftir ein 1-1 javnleik móti Belgrano.
Ótangar runnu inn á vøllin og háðaðu leikararnar, og tað førdi til ein 20 minuttir langan steðg. Dysturin endaði ein minutt áðrenn tíð, tá politiið setti vatnkanónina á illar fjepparar millum teir 50.000 áskoðararnar.
Talan var um ein dyst um upp- og niðurflyting, og Belgrano hevði vunnið fyrra dystin 2-0, og við 1-1 í seinna dystinum var greitt, at Belgrano flutti upp, meðan River Plate flutti niður.
River Plate sum hava kelinavnið, millionerarnir, orsakað av teirra støðu í oddinum av argentinskum fótbólti noyðast sostatt at spæla í næstbestu deildini komandi ár.
Løgreglan mátti nýta táragass eftir dystin umframt vatnkanónir at halda skil á fólkamongdini.
Illa lýddu »barrabrava« hooligans settu eld til ruskspannir og brutu handilsrútar. Sagt verður, at 55 fólk fingu skaða.
River Plate hevur verið argentinskur meistari 33 ferðir.