Friður við pólin

Tey fimm londini, sum hava mark ímóti Norðpólinum, eru á einum máli um, at tey skulu samráða seg fram til, hvussu stórum havøki hvørt teirra kann fáa ræði á. Tað stendur í niðurstøðuni frá fundi, sum umboð fyri Kanada, USA, Russland, Noreg og Danmark/Grønland hava hildið í kanadiska býnum Chelsea.

Londini eru eisini samd um at herða trygdarkrøvini, nú støðugt fleiri skip sigla í tí arktiska økinum.

Londini ásanna, at tað er neyðugt at verja umhvørvið og at tryggja upprunafólkinum í Arktis búskaparliga og sosiala menning.