Sámal Petur í Grund
Landsnevndarformaður
sjálvstýrisfloksins
Fjølmiðlarnir hava hesar seinastu dagarnar ført fram, at tað er ófriður í Sjálvstýrisflokkinum. Og at hesin ófriður stendst av støðutakanini til rættindi teirra samkyntu í samfelagnum.
Tað er rætt, at ófriður hevur verið í flokkinum um hesi viðurskifti undanfarnu árini.
Tí skal eg vegna landsnevnd floksins og samsvarandi landsfundi floksins gera greitt, at vit ikki meta hetta vera eitt mál sum floksstøða skal takast til.
Hvørki landsnevnd ella landsfundur floksins metir, at flokkurin eigur at taka støðu vegna limirnar í hesum viðkvæma máli.
Allir limir og harvið eisini tinglimur floksins, eru í hesum máli frítt stillaðir, eins og tað er í øðrum flokkum á tingi.
Við ynski um eini Gleðilig Jól.