Hví flutti tú til Italia?
Eg flutti til Milano fyri at nema mær útbúgving innan móta. Milano er ein tann størsti mótabýurin í heiminum, so tí var hetta ikki torført at taka støðu til. Eg gangi á einum privatum universiteti, har vit hava møguleika at læra alt innan sniðgeving. Eg gangi á klædnadeildini, ið tekur fýra ár alt í alt. Tó skal leggjast afturat, at skipanin er broytt síðani eg byrjaði, so at tað nú tekur 3 ár. Tað sum er serligt við at fara til eitt ikki ensktmælt land er, at tú lærir eitt nýtt mál, sum tú als ikki hevði nakað innlit í áðrenn - hetta eri eg sera glað fyri.
Hvussu er við málinum – var tað torført at læra málið?
Tað var sera torført í byrjanini - men vit føroyingar eru so hepnir at vit hava eina góða føroyska skipan. Stuðulsstovnurin gevur okkum møguleika at taka eitt málskeið áðrenn lesnaðurin byrjar. Eg tók av hesum tilboðið, og hóast tað ikki hjálpti mær beinleiðis við at læra at tosa málið, lærdi eg um landið og fekk at vita, hvussu ein skal fyrihalda seg til alt sum er øðrvísi, enn vit eru von við. Og so lærdi man alt grundarlagið í málinum; alt tað sum man lærir, tá man gongur í 1.flokki. Eg dugi málið nú eftir at hava búð her í meir enn 2 ár. Av tí at alt gongur fyri seg á italskum í skúlanum, var hetta nakað, sum eg bara var noydd at læra skjótast gjørligt. So er tað bara komi so við og við. Italiumenn eru sera blíðir og hjálpsamur, tá tað kemur til at skula læra teirra mál.
Hvat dámar tær í Italia?
Mær dámar væl Italia, eg haldi at eg kenni meg heima her, nú eg havi búð her í yvir 2 ár.
Er tað nakað tær ikki dámar við at liva í Italia?
Tað eru altíð fyrimunir og vansar við øllum. Um eg skal nevna okkurt mær ikki dámar, so er tað nokk “tænastan”, sum er tað ringasta í Italia. Tey duga ikki at hugsa, at tað er kundin sum hevur rætt. Tey leggja ikki so nógv í at gera arbeiði so gott sum møguligt. Alt gongur nakað seint fyri seg í Italia; bussurin er aldrin til tíðina, lærarin kemur aldrin til tíðina, og tey leggja ikki í at selja tær nakað, tá tú fer inn í ein handil. Bara tey fáa løn, so er í lagi. Men hetta hevur alt eina orsøk. Tað hevur nógv við politikk at gera. Og er hetta nakað sum er sera týdningarmikið fyri italiumenn. Tey hava øll eina sterka meining teirra politisku støðu. Men í einum stórum landi sum Italia, er tað torført at sleppa framat við einari øðrvísi hugsan.
Hvussu er mentanin í Italia? – Líkist hon tí Føroysku?
Mentanin í Italia er sera ymisk, alt eftir hvar tú fer. Italia er eitt stórt land við 20 ymiskum regiónum. Og í nærum hvørjari región hava tey ymiskar mentanir. Hetta er sera týdningarmikið fyri italiumenn. Teir eru sera heimkærir. Tað kann samanberast við føroyingar, at tað er onkur sum kemur har norðri frá o.s.fr.
Annars er Italia tiltikið fyri nógv ymisk mentunarlig viðurskifti. Sum t.d. antikbýur, opera´ir, listaverk hjá m.a. Leonardo da Vinci og øðrum og mangt annað. So á tann hátt er mentanin ymisk. Annars haldi eg, at italsk mentan sum heild ikki er heilt ólík tí føroysku. Tey eru kanska meiri opin, og siga alt beint út sum tey meina. Einki skal haldast aftur. Meginparturin av italiumonnum eru katolikkar; hetta man vera tann størsti munurin á føroyingum og italiumonnum.
Hvussu er maturin í Italia?
Maturin í Italia er ótrúliga góður. Her má eg aftur nevna, at eisini maturin er knýttur at regiónini. Hvør región hevur sín egna máta at gera mat uppá, og tey vita akkurát hvaðani alt kemur. Matur hevur stóran týdning í Italia. Tey eta pasta, sum vit eta eplir í Føroyum. Annars má eg siga, at tað ikki er so langt frá tí matinum, sum føroyingar ótu fyrr. Ymisk sløg av kjøtpylsum og heimagjørdum osti afturvið berum breyði. Og so eta tey turkaðan fisk, saltfisk og nógv ymisk sløg av turkaðum kjøti, sum kundi mint um skerpikjøt. Annars eta tey meir grønt og frukt, av tí at tað veksur gott har um leiðir. Eg má tó nevna, at í Føroyum eta vit nógvan altjóða mat, meðan italiumenn eru sera siðbundnir, tá tað kemur mat.
Hvussu er veðrið í Italia?
Veðrið í Italia er sum heild gott. Tað kann blíva í so kalt um veturin og í so heitt um summari. Men tað veldst, um hvar vit tosa um. Í Milano regnar tað eini 10-20 ferðir um árið. Tað er sól næstan hvønn dag. Um veturin eru tað 15 hitastig til -2 kuldastig, og um summarið 15 hitastig til 40 hitastig. Av tí at Milano liggur langt frá havinum, merkir man lítið til vind. Sostatt tykist tað heitari enn tað er.
Hevur tú ætlanir at flyta heimaftur til Føroya?
Eg havi ongar ætlanir sum nú er. Eg taki ein dag í senn. Royni at fáa sum mest burturúr skúlanum, og havi ætlanir um at fara at lesa víðari eftir lokna útbúgving. Hetta verður innan sama lesnað, men ein hægri útbúgving. Hetta kundi eg hugsa mær at gjørt í einum øðrum landi. Um møguleiki er fyri tí, flyti eg við gleði heimaftur til Føroyar. Tað góða internetsambandið ger, at tú sum sniðgevi ikki er bundin at einum ávísum stað.