Fríðrikkur kongur verður verji av Koltursætlanini

Fyrr í dag kunngjørdi kongshúsið, at hansara hátign Fríðrikur kongur 10. verður verji fyri Koltursætlan Tjóðsavnsins.

 

Síðani einaveldistíðina hava limir í kongshúsinum nýtt sína serligu støðu, at varpa ljós á felagsskapir sum gera vælgerandi endamál.

 

Í stuttum snýr Koltursætlanin seg um at gera ein antikvariska ætlan fyri oynna, har mentanar- og náttúruarvurin skal verjast og miðlast. Í yvirskipaðu ætlanini eru fleiri smærri og størri verkætlanir innan bæði mentan og náttúru. Ætlanin er at betra umstøðurnar hjá granskarum og starvsfólki at virka í oynni og at betra um møguleikarnar hjá ferðafólki og øðrum vitjandi at uppliva tað, sum oyggin kann bjóða.

 

Fyri at náa hesum endamáli, er neyðugt at betra um karmarnar í oynni. Hetta verður gjørt við at endurbyggja nøkur av gomlu húsunum Noðri í Gerði og at byggja tveir nýggjar bygningar norðanfyri býlingin. Endurreistu húsini skulu hýsa framsýningum, bátasmiðju og kafé. Tann eini av nýggju bygningunum skal hýsa einari granskingarstøð og hin skal hýsa setursskúlum, miðlanarvirksemi og aðrari undirvísing.

 

Tjóðsavnið hevur fingið fígging til verkætlanina, og sáttmáli varð skrivaður við ráðgevarafyritøku í apríl í ár. Væntandi verður arbeiðið boðið út í mars 2025, og spaki settur í næsta summar.

 

At kongur nú verður verji fyri Koltursætlanini, er ein stórur heiður og fer at varpa enn meira ljós á mentanar- og náttúruarv okkara.

 

Tjóðsavnið takkar hansara hátign fyri heiðurin.

 

Til ber at lesa meira um Koltursætlanina her og her.