Tá ið danski Fríðrikur krúnprinsur sunnudagin verður krýndur, skal hann kunngera sítt slagorð. Hetta gera monarkar vanliga.
Slagorðið hjá Margretu drotning var »Guds hjálp, fólksins kærleiki, styrki Danmarkar«. Og tað hjá abba Fríðriki krúnprinsi, Fríðríki 9., var »Við Gudi fyri Danmark«.
Danske Spil gevur fólki møguleika at tippa, hvørji orð Fríðrikur fer at brúka í sínum slagorði, og veddingarfyritøkan heldur, at tað er ósannlíkt, at hann fer at brúka orðið »Gud«, eins og flestu av kongum og drotningum undan honum hava gjørt.
– Tað liggur ikki til Fríðrik kong at gera tað. Hann er fólksins maður, so tað verður okkurt við samanhaldi og felagsskapi heldur enn átrúnaðarligum orðingum, sigur Emmike Rasmussen, talsfólk hjá Danske Spil, við Ritzau.
Sambært Danske Spil er mest sannlíkt, at Fríðrikur fer at nevna orðini »Danmark« ella »Danmarkar«, »fyri« og »fólkið« ella »fólksins« í sínum slagorði.