Í farnu viku gjørdist tað greitt, at Peer F. Hansen ikki heldur fram sum venjari hjá Fremad Amager, sum hevur fingið føroyskar eigarar.
Ekstrablaðið skrivar í morgun, at nýggjur venjari verður tann 40 ára gamli Jacob Friis-Hansen, sum er fyrrverandi dansku landsliðsspælari og sum nú venur HIK. Friis-Hansen hevur áður verið nógv umtalaður fyri góð avrik hjá sínum liðum, og hann skal eftir øllum at døma standa á odda fyri Fremad Amager.
Ekstrablaðið skrivar, at Jacob Friis-Hansen hevur eitt ár eftir av sáttmálanum við HIK, men at Fremad Amager fer at keypa hann leysan frá hesari avtalu.