Eftir Jóhann Mortensen
Í góðveðrinum leygardagin spákaðu vit á Tvøroyri. Vit vóru innanfyri, uttanfyri, omanfyri og niðanfyri.
Úr øllum ættum síggja vit kirkjuna á Heygnum. Tá vit sigla eftir Tongisvágsfirði síggja vit eisini kirkjuna. Kirkjan er eitt býarmerki. Tey gomlu vistu, hvar tey skuldu byggja kirkjuna.
Meðan vit gingu, ímyndaði eg mær komandi kirkjuna á Argjum, um hon verður bygd á Hamrinum - á økinum, sum eisini er lagt til viðarlund, 35.000 fermetrar til støddar.
Ein kirkja á hesum stað verður eitt býarmerki. Hon fer at síggjast av Argjum, úr Havnini og hon fer at síggjast, tá vit koma uttan úr havi. Kirkjan verður eitt býarmerki, sum vit savnast um.
Um Argja kirkja aftur ímóti verður løgd á fríøkinum við Sandá - 1350 metrar til gongu til Vesturkirkjuna - verður hon eingin býarmynd. Kirkjan verður ein greppur við ta brúsandi ánna - í einum lendi, sum í dag er eitt fagurt fríøki við stórum náttúrumargfeldi.
##med2##
Náttúrvernd - mentan heilsa og trivnaður
Løgtingið viðger nú eitt uppskot um náttúruverndarlóg.
Væl orðaða endamálið er,
“at røkja margfeldið og tær vistfrøðiligu tilgongdirnar í náttúruni, bæði fyri náttúruna sjálva og fyri náttúruna sum grundarlag undir burðardyggum virksemi, tilfeingi, mentan, heilsu og trivnaði hjá Føroya fólki nú og í framtíðini”.
Verður partur av fríøkinum við Sandá lagdur undir asfalt og betong, er hetta lendið ikki sama grundarlag undir heilsu og trivnaði hjá fólki nú og í framtíðini.
Endamálið við lógini er eisini at røkja marfeldi.
Náttúrufrøðingur hevur - saman við lesandi - skrásett heili 90 plantusløg í fríøkinum úr Sandagerði og niðan við Sandá.
-Hjúkla vit um føroyska margfeldið, um vit lata hetta lendið fara fyri skeyti?
Tað gera vit ikki!
Vit harmast, tá nátturuvirði fara fyri skeytið, men vit fegnast, tá onkur letur við seg koma.
Herfyri kom bólkurin náttúrunetverkið - sum eisini fevnir um arktektar - til ta niðurstøðu, at tað er tørvur á at hava nógv størri fyrilit fyri náttúruni, tá byggiverkætlanir verða gjørdar kring landið.
Niðurstøðan hjá Náttúrnetverkinum og endamálið við Náttúruverndarlógini er avgjørt ikki í samljóð við ætlanina at fremja eina stóra byggiverkætlan við Sandá.
##med3##
Náttúruna eiga við bara einaferð
Mong halda, at tað fer at misprýða umhvørvið við Sandá at byggja ein bygning í hesum lendinum.
Mong halda, at hesin bletturin við stórum klettum og mongum plantum er alt ov vakur at fara undir betong og asfalt.
Mong vilja varðveita hetta hagalendið í býnum. Ein bygningur tekur ein stóran part av hesum sermekta fríøkinum.
Mong ásanna, at náttúruna eiga vit bara einaferð! Um náttúran er farin, so vendist ikki aftur!
Mong hava ásannað hesa sannroynd, tá skaðin er hendur. Men enn ber til at sleppa undan skaðanum.
##med4##
Ein bygningur er í andsøgn við umhvørvispolitikkin hjá TK
Býráðið samtykti í 2009 Grøna skjalið, sum seinri er vorðin partur av umhvørvispolitikkinum hjá kommununi.
Í máli 6 verður sligið fast, at
“Kommunan virkar fyri einum grønum býar- og bygdarumhvørvi, har trø og øki við upprunaligum plantuvøkstri skulu varðveitast”.
At halda fast við ætlanina at byggja eina kirkju á lendinum við Sandá er at ganga beint ímóti hugsjónini hjá Tórshavnar kommunu!
Inntrivið er harafturat beint ímóti valskránni hjá størsta flokkinum í býráðnum.
Í brotinum “Umhvørvi - nýggjar tíðir” verður sagt: “Sjálvsagt skal Tórshavnar kommuna ganga á odda, tá tað kemur til at verja umhvørvið”.
Hvussu kann javnaðarflokkurin siga hesi orðini til kommunuvalið í 2020, og kanska lata eitt virðismikið fríøki fara undir asfalt og betong tvey ár seinri? Tað ber ikki til, um flokkurin ætlar varðveita trúvirði sítt.
Frílendið við Sandá liggur í serligum umhvørvi í millum Reynið og størtstu ánna í høvuðsstaðnum, Sandá. Tí eigur Tórsavnar kommuna ganga á odda at verja hetta økið.
##med5##
Fríøkið við Sandá - partur av frílendisgeira kring Havnina
Vit stríðast nú fyri at varðveita fríøkið við Sandá, men hyggja vit at náttúruheildini kring høvuðsstaðin, hava vit sunnan- og vestan fyri Sandá, sum tekur seg upp í Havnardali, og fer á sjógv í Sandagerði.
Norðan- og eystan fyri hava vit Hoydalsá, sum tekur seg upp í Villingardali, og fer á sjógv i Boðanesgjógv.
Framvið Hoydalsá eru í dag gøtur næstan allan vegin niðan í Villingardal. Við Sandá hevur kommunan latið gera eina gøtu niðan til Kirkjubøgøtuna.
Nú verður hildið fram fram á norðara áarbakka, heilt út til Velbastaðvegin. Hiðani eru gøtur norður í Havnardal, fram við vatnbrunninum, niðan fram við Ánni í Bráanshelli, heilt niðan á Bøllureyn.
Av Bøllureyni oman í Villingardal er bara stuttur teinur at leggja eina slóð. Tað merkir, at vit fáa lendisgøtur líka úr Boðanesi runt alla Havnina og oman í Sandagerð. Hetta er virðismikil fólkaogn.
Á leiðini - í Havnardali - hava vit størstu viðarlundina í landinum í góðum vøkstri. Har kunnu vit av sonnum njóta friðsæluna. Eitt gøtukervi í slíkum frílendi - ja, tað er fólkaheilsa og trivnaður.
Í eitt slíkt lendi leggur eingin ein betong grepp, sum ætlanin er at gera við Sandá, beint oman fyri fossin við Mylluhylin. Tað er vandalisma!
Hesar lendisgøtur hava nógv størri virði fyri fólk og bý, enn vit geva okkum far um í dag.
Í morgun fegnaðist ein fyrrverandi býráðslimur um Plantasjuna í Gundadali. Hon heiðraði teimum, sum við víðskygni og hugsjónum “sóu virði í umhørvinum og hugsaðu um komandi ættarlið” fyri eini øld síðani.
Um vit megna at varðveita fríøkið við Sandá, fara okkara eftirkomarar at fegnast um, at tað bar til leggja ein frílendis geira runt høvuðsstaðin - okkara deiligu Havn.
(Røða, tillagað, hildin í Gamla Kommunuskúlagarði á tiltaki at varðveita fríøkið við Sandá tann 24. Mars 2022)
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##