Frithleif sagt sínum lívsverki farvæl

- Tað krevur gjølliga umhugsan, tá ið avgerð skal takast um at sleppa sínum lívsverki. Hinvegin er neyðugt at seta upp teir karmar sum gera, at samanhangur er í tí dagliga, segði Eyðfinn Egholm, stjóri á Tórshavnar Skipasmiðju, tá ið Frithleif Olsen segði farvæl á FJM seinasta fríggjadag

Farvæl

 

Seinasta fríggjadag var móttøka í Sjókaféini í Runavík, sum heldur til í bygninginum, har FJM hevur sína smiðju og sítt virksemi.

Móttøkan var skipað í sambandi við, at Frithleif Olsen, ein av stovnarunum av FJM, fór frá sum stjóri og gevst í fyritøkuni, sum hann saman við øðrum legði lunnar undir.

Fyri nøkrum árum síðan varð fyritøkan FJM løgd saman við Tórshavnar Skipasmiðju, sum í dag eigur og rekur smiðjuvirksemi í Havn, Runavík, Vestmanna og á Skála.

Eini 100 fólk vóru møtt til móttøkuna í Runavík, har borðreitt varð við ábiti og onkrum leskandi.

Stjórin á Tórshavnar Skipasmiðju, Eyðfinn Egholm, segði nøkur orð, og tað gjørdi Frithleif Olsen eisini.

Sosialurin hevur roynt at fáa í lag prát við Frithleif Olsen, sum umframt at hava verið stovnari og stjóri í FJM, eisini er nevndarformaður í Eik Banka, men Frithleif er í løtuni uttanlands, og nýggja telefonin hjá honum kann ikki røkkast.

 

Ikki stundir

Við móttøkuna segði Eyðfinn Egholm, at Frithleif hevur valt at gevast, tí hann hevur so nógv onnur ting at takast við, og tískil heldur hann ikki, at tíðin røkkur til.

- Kanska tí, at Frithleif sjálvur hevur valt hesa gongd, er hetta ein serligur dagur hjá honum, helt skipasmiðjustjórin fyri.

Hann vísti á, at hevði hetta verið í Danmark, høvdu fólk ivaleyst sagt, at fyritøkan hjá Frithleifi í sínari tíð byrjaði sum eitt kjallaravirki, men í hesum føri var talan meira at kalla um eitt neystavirki – og síðan eitt garaguvirki fram til tað, sum vit síggja í dag.

Eyðfinn segði seg ikki kenna søguna aftanfyri virksemið hjá Frithleifi og FJM nóg væl.

- Men eg veit, at tað er ikki bara fyritøkan hjá honum, sum er ment øll hesi ár. Frithleif sjálvur er eisini mentur – og nú so mikið, at hann ikki longur hevur stundir at taka sær av fyritøkuni, segði hann við einum brosi.

Skipasmiðjustjórin vísti á, at Frithleif hevur fleiri álitisstørv, og í seinastuni hava vit hoyrt um, hvussu hann sum nevndarformaður í Eik Banka hevur verið við til at skrivað søgu við at vinna bankanum besta úrslit nakrantíð.

 

Lyklapersónur

- Tað krevur sjálvandi gjølliga umhugsan, tá ið avgerð skal takast um at sleppa lívsverkinum. Hinvegin er neyðugt at seta upp teir karmar sum gera, at samanhangur er í tí dagliga. Lívið er jú annað enn arbeiði.

Eyðfinn vísti á, at nú Frithleif gevst, fær onkur annar møguleikan at royna seg og taka á seg størri ábyrgd, og tað kann eisini vera positivt.

- Tá ið ein av lyklapersónunum fer úr eini fyritøku sum FJM, sum í stóran mun byggir á tað, sum á nútímans máli kallast netverk, er uppgávan at finna eina loysn soleiðis, at netverkið framvegis er so fullkomið sum gjørligt.

Skipasmiðjustjórin segði seg hava tosað nógv við Frithleif um, hvørjir møguleikar kundu hugsast.

- Vit hava soleiðis funnið fram til eina loysn, har dagliga leiðslan á staðnum kemur at hvíla á Dakko og Jóan Henriki, sum eru gamlir í fyritøkuni.

 

Kenslurnar

Við høvi nýtti Eyðfinn eisini møguleikan at takka undangongumanninum fyri góð ráð – og sum hann tók til:

- Nú er tað upp til okkum at vísa, at virksemið kann førast víðari uttan Frithleif. Í hesi stuttu tíð, meðan eg havi verið stjóri, havi eg merkt, hvussu kenslurnar fyri FJM hava ein stóran leiklut í tí dagliga. Samstundis havi eg merkt ein stóran áhuga fyri, at vit nú skulu arbeiða saman í samtakinum, soleiðis at best møguligt úrslit fæst burtur úr samlaða virkseminum.

Eyðfinn legði dent á, at eitt gott samstarv verður til gagns fyri allar partar – og ikki minst viðskiftafólkini koma at merkja, at virksemið kring landið hongur saman og virkar sum ein eind.

 

Góð ynskir

Skipasmiðjustjórin segði seg onga løtu ivast í, at fólk frameftir eisini fara at hoyra navnið á Frithleifi nevnt, hóast hann nú hevur slept lívsverkinum við Fjøruvegin í Runavík.

- Men um hetta verður úr vinnulívinum, politikki – ella úr báðum – veit eg ikki, men einki er at ivast í, at hann framhaldandi verður virkin, har hann kemur at starvast.

Eyðfinn Egholm ynskti at enda Frithleifi Olsen blíðan byr.