ISO 9001 góðkenningin krevur at kvalitetskontroll er við øllum umvælingararbeiði, sum verður gjørt hjá Ivan Johansen Bilum.
Ein av uppgávunum hjá Frits Jacobsen er at fylgja við meðan arbeiðið fer fram. Síðan skal hann eftirhyggja bilin, tá hann er liðugur, kanna um alt er gjørt, sum tað skal, og royndarkoyra bilin.
Um okkurt brek er við bilinum, sum kundin ikki hevur biðið um at fáa gjørt, verður tað viðmerkt.
Frits er 38 ára gamal og útbúgvin bilmekanikari og maskinist. Hann hevur starvast í bilbranchuni í meira enn 20 ár, og er hann ein royndur maður innan vinnuna. Hann arbeiddi eisini í mong ár sum sjálvstøðugur.