Frits Johannesen í Galerie Focus

Fríggjadagin 24. februar kl 16 til 18 letur ein framsýning við málningum hjá Frits Johannesen í Fuglafirði upp í Galerie Focus í Gríms Kambansgøtu 20 í Havn.

Frits sigur soleiðis um málningarnar: Uppi á Manni í Blábjørgum í Fuglafirði og á Manhattan í New York eru tvey ymisk støð, men skyldskapur er teirra millum. Tá ið tú gongur ígjøgnum "skotini í New York," eru kenslurnar tær somu sum at sita í eini gjógv her á landi. Gjáarveggurin er eins og háhúsini til báðar síður og fyri framman standa tey eins og fjøll.

Knappliga, meðan eg gekk í New York á Manhattan í oktober 2004, fekk eg tað hugskot at flyta skyggjandi vindeygu á Manhattan í málningarnar. Hetta verður eisini eitt sindur suprematistiskt (Kasimir Malevitc), fýrkantar sum í ljósum litum liva á fjallasíðum og gjáarveggum. Tað kendist eisini eins og Piet Mondrian livdi í bygningunum í New York. Hansara Neoplasticisma gekk hond í hond við Suprematismuni. Tók hesi heiti, og førdi tey til Mansgjógv í Fuglafirði.

Fýrkantar remba sær í komplimenterliti í gjónni og gjáarveggi saman við Snjósóljugentuni, sum er ein skaldagenta, ið býr uppi á Manni. Nú hevur hon átt, og nú er talið voksið. Har, tað er ein maður og ein Snjósóljugenta, skuldi okkurt spurt burturúr. Í kroppi, sál og gjárveggi bylgjast ljósir fýrkantar aftur og fram og eru ein partur av málningunum, ið verða sýndir fram.

Tónleikurin er ikki forfjónaður í málningunum. Enn liva tónleikararnir so litríkir og døkkir í myndunum t. d. saman við eini krokudillu.
Frits Johannesen hevur stilla út í Svøríki, Noregi, Danmark og Týsklandi.

Framsýningin verður opin til 10. mars, týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18 og leygardag kl. 16 til 18.