Frits er bæði myndlistafólk og tónleikari. Tvey øki innan listina, sum hann meistarliga megnar at samantvinna, tí tónleikurin er nevniliga eitt afturvendandi tema í málningunum hjá Frits.
Hesa ferð hevur Frits 40 spildurnýggj verk, sum hann hevur málað til høvið. Og tá serliga er kórtónleikur, sum liggur hjartanum nær hjá Frits, so kórið Cantabile sang nøkur løg til ferniseringina.
Framsýningin letur upp kl. 16:00 og hevur opið 28. apríl til 12. mai.
##med2##