Heimavøllurin hevur uttan iva verið ein dyggur stuðul hjá Týsklandi í HM-endaspælinum. Til mest sum hvønn dyst hava túsundtals týskarar staðið og heppað teirra lið, og hetta hevur óivað verið við til at lyft Týskland. Einki skal tó takast frá týsku leikarunum. Teir hava víst ótrúligan vilja og og ótrúligan gejst á síni leið til hálvfinalurnar.
Týskland var eisini mett at hava fingið eitt sera gott lutakast undan HM-endaspælinum, har teir vóru endaði í bólki saman við Brasilia, Argentina og Póllandi. Byrjanin var eisini góð. Í fyrsta dystinum vunnu teir á Brasilia, sjálvt um spælið ikki var av tí besta, og í næsta dystinum vunnu teir enn einaferð, tá teir møttu Argentina. Í seinasta dystinum steðgaði tó upp. Her møttu teir Póllandi, og flest øll væntaðu enn ein týskan sigur. Pólland vildi tað tó øðrvísi og vann ein upibornan sigur, og so mátti Týskland víðari til millumumfarið uttan stig.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Týskland vísti stórspæl
Hevði gongdin verið minni góð í innleiðandi bólkinum, so vísti Týskland sanniliga stórspæl í millumumfarinum. Nú tóktust teir hava blakað nervarnar, og í fyrsta dystinum vunnu teir trygt á Slovenia. Nú høvdu teir veruliga fingið gongd á, og so gekk slag í slag. Í næsta dystinum vunnu teir enn ein tryggan sigur á Tunesia, áðrenn teir skuldu møta Fraklandi. Enn einafeð tók Týskland øll á bóli, tá teir vunnu ein sannførandi sigur á evropameistarunum, og so var bara Ísland eftir í síðsta dystinum. Aftur hesaferð vann Týskland, og sostatt endaðu teir á øðrum plássið í sínum bólki í millumumfarinum, har teir høvdu vunnið allar sínar dystir.
Nú bíðaðu sponsku heimsmeistararnir í fjórðngsfinaluni, men hetta lat Týskland seg ikki nerva av. Eftir ein javnan dyst dró Týskland longra stráðið ímóti endanum, og við einum tvey mála sigri gjørdust teir klárir til hálvfinaluna, har teir skulu møta Fraklandi.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Fantastiski Henning Fritz
Profilurin á týska liðnum hevur uttan iva verið fantastiski málverjin, Henning Fritz, sum fer aftaná ferð hevur pilkað sjálvsálitið av mótstøðumonnunum. Hann byrjaði ikki so væl í endaspælinum, men síðstu dystirnar hevur hann víst støði í heimsflokki.
Stóra styrkin hjá Týsklandi er annars ikki teir stóru profilarnir, men heldur liðið sum ein heild. Pascal Hens, Michael Kraus, Christian Zeitz, Holger Glandorf, Florian Kehrmann, Michael Janssen, Sebastian Preiss og Christian Schwarzer eru allir klassaleikarar, tá teir spæla upp til sítt besta, og við so nógvum góðum leikarum og túsundtals týskum áskoðarum í rygginum, so skal liðið helst fáa eitt gott úrslit á heinavølli. Nú eru teir í hálvfinaluni, og ikki er óhugsandi, at Týskland kann fara allan vegin.