Fjølmiðlar vita í kvøld at siga, at tey sjey offrini fyri incest-ódjórinum í Eysturíki fyri fyrstu ferð hava latið hoyrt frá sær. Tey takka fyri samkenslu Á torginum í eysturríkska Amstetten, har sexódjórið Josef Fritzl helt dóttir sína sum fangi í einum útgravaðum kjallara, sum eingin annar visti um, hanga í kvøld átta plakatir. Tað eru boðskapir frá teimum sjey offrunum hjá Josef Fritzl.
Mamman, Elisabeth, og børnini Kerstin, 19, Stefan, 18, Lisa, 16, Rosemarie, eisini nevnd Oma, 14, Alexander, 12, og Felix, 5, høvdu øll ? undantikið Kerstin, sum enn er ov sjúk ? høvdu skrivað sína tøkk á plakatir við tekningum av tveimum hondum.
Á tekningini hjá Kirsten var tó teknað eitt hjartað, har einans orðið Kerstin var skrivað.
Ein áttanda plakat var eisini, har familjan takkaði fyri sýndan stuðul. Á henni stóð:
»Vit, øll familjan, ynskja at taka hendan møguleikan at takka øllum tykkum fyri samkenslu fyri okkara lagnu. Tykkara samkensla hjálpir okkum í stóran mun í hesum truplu tíðum, og tað vísir okkum, at tað eisini finnast góð og vælmeint menniskju here, ið veruliga vilja okkum væl. Vit vóna, tíðin skjótt verður til, at vit kunnu finna framk til eitt vanligt lív«.
Hendurnar á hinum plakatunum eru teirra egnu hendur, sum tey hava lagt á eitt pappír og sínaði tekna uttanum.
Til ber at fara inn á heimasíðuna hjá Daily Mail og síggja allar plakatirnar og lesa meiri.
www.dailymail.co.uk/pages/live/articles/news/worldnews.html?in_article_id=566388&in_page_id=1811