Fróði burtur í egnum sjónbandalagi

M.I.A er heitið á nýggjum staklagi hjá Fróða Hansen

Fróði Hansen hevur givið út nýtt staklag, og fylgjandi sjónbandalag til lagið, sum hevur heitið “M.I.A”. Tað er ein stytting fyri Missing In Action. Tú kundi sagt, at Fróði er M.I.A í sjónbandalagnum, tí hann er ikki sjálvur við í filmingini.

 

Til ber at síggja og hoyra nýggja staklagið við at trýsta á pílin á myndini

 

Lagið M.I.A er upptikið í Studio Bunkarin. Tað er Oli Poulsen, ið hevur bæði miksað og mastrað lagið. Tónleikarar á lagnum eru Kristian Pauli Ellefsen á Rhodes og Wurlitzer, Pauli Reinert Poulsen á guitar, Per I. Højgaard Petersen á trummum og Mikael Blak á bass.

 

Les eisini:Aftur í tíðina við Fróða

 

Sjónbandalagið til sangin er gjørt í Svøríki. Tað er Daniel Bezares, sum filmað, stjórnað og sett sjónbandalagið saman.

 

Les eisini: Alt um Fróða á Facebook

 

Fróði og hansara manning fara fyrst i í komandi ári í holt við, at fyrireika innspælingarnar til komandi fløguna, sum eftir ætlan kemur út á vári 2016.