Eftir heldur keðiligan ryggskaða seint í kappingarárinum í fjør, kunngjørdi legendan á miðjuni hjá landsliðnum og Havnar Bóltfelag, at hann setti skógvarnar á hyllina.
Nú tykist støðan allíkavæl so góð, at Fróði Benjaminsen tekur eitt tørn afturat. Hóast Fróði Benjaminsen, í fótbóltshøpi, er komin nakað upp í árini, og hóast beinini helst ikki renna so skjótt sum fyrr, er einki at taka seg aftur í, at miðvallargeneralurin enn hevur nakað av geva á vøllinum.
In.fo hevur fyrr skrivað, at fyrrverandi liðskiparin á landsliðnum hevur vant við HB í ár. Tá vildu hvørki hann ella venjarin, Jan C. Dam gera viðmerkingar til málið.
Arnbjørn heldur eisini fram
HB boðar samstundis frá, at nýggjur sáttmáli er gjørdur við Arnbjørn T. Hansen, sum í løtuni er langtíðarskaddur við knæskaða. Áleyparin verður ikki tøkur fyribils, men hevur nú sáttmála við felagið.