Fróði og Róaldur ikki við

Hvørki Fróði Benjaminsen ella Róaldur Jakobsen verða við í grannauppgerðini í annaðkvøld

Í annaðkvøld verða tveir dystir í 23. umfari í Effo-deildini. Í Gundadali spæla HB og B36. Bæði liðini eru uttan lyklaspælarar á miðvøllinum.

 

Fyri HB er talan um liðskiparan og undangongdumannin, Fróða Benjaminsen. Hann fekk í dystinum móti ÍF sítt fimta gula kort. Sostatt hevur hann leikbann.

 

Fyri B36 er talan um spælskiparan Róald Jakobsen. Hann fekk eisini sítt fimta gula kort farna umfar. Tað var í dystinum móti Víkingi.

 

B36 er greitt oddalið í Effo-deildini, meðan HB stríðist við at halda fast í fjórða plássinum, sum gevur atgongd til Europa League.

 

Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum. Rás2 sigur somuleiðis beinleiðis frá hinum dystinum í annaðkvøld, millum KÍ og AB.

Rás2 hevur skift net. Alt virksemið hjá Rás2 hevur skift yvir á netið hjá KissFM. Sostatt verður beinleiðis frásøgnin at hoyra á 98,7 í suðurstreymoy og partar av eysturoynni, og á 88,7 í Norðoyggjum. Rás2 kann eisini hoyrast á netinum umvegis heimasíðuna midlar.fo.