Fróði Benjaminsen brendi føroyska brotssparkið í 2-0 tapinum fyri Norðurírland í Belfast. Hóast Roy Carroll bjargaði, so er Fróði ikki ónøgdur við brotssparkið.
Til ber at síggja brotssparkið við at trýsta HER (www.uefa.com 1:17)
- Eg haldi eg skjeyt tað væl, men tað er ikki nóg gott, tá málverjin bjargar, sigur Fróði.
Les eisini: Brandur byjar inni
So er spurningurin um Fróði tekur brotssparkið um vit fáa eitt í annaðkvøld?
- Nei, tað vænti eg ikki at eg geri, sigur Fróði Benjaminsen við einum smíli.
Lars Olsen hevur ikki sett ein ávísan spælara at skjóta.
- Eg havi onkrar í tonkunum, men vit hava ikki sett ein ávísan á uppgávuna, sigur Lars Olsen.
Rás2 sigur beinleiðis frá landsdystinum móti Ungarn á Tórsvølli, sum byrjar klokkan 19:45 í annaðkvøld.