Oddamaðurin úr føroyska útisetabólkinum “Fródi & The Pink Slips”, hevur júst latið frá sær nýtt staklag við tilhoyrandi sjónbandalagi, ið ber heitið Waltz Me Back In Time.
Fróði letur hetta lagið frá sær undir sínum kunstnaranavni, Fródi. Tað hevur ikki verið nógv at hoyrt frá Fróða í seinastu, men hann boðar frá, at bæði konsertir og nýggjur tónleikur liggur fyri framman.
Lagið er upptikið í studio Bunkarin, Bárður Dal Christiansen hevur gjørt video, meðan Oli Poulsen hevur mixað og mastrað.