Fronsku hondbóltskvinnurnar í OL-finalu eftir sigur á Svøríki

Eins og í seinastu Olympisku Leikunum er Frankaríki annað liðið í finaluni í kvinnuhondbólti. Tað er greitt eftir sigur á Svøríki.

Fronsku hondbóltskvinnurnar eru til reiðar til aðru OL finaluna á rað. - Foto: Franck Fife/Ritzau Scanpix

Fronsku hondbóltskvinnurnar skulu spæla um gullið í OL í Tokyo.

 

Í morgun vunnu tær 29-27 á Svøríki í hálvfinaluni, og nú bíðar annaðhvørt Russland ella Noreg í finaluni. Tær báðar tjóðirnar spæla hálvfinalu seinnapartin.

 

Tað eru aðru ferð á rað, at Frankaríki er í finaluni. Í Rio í 2016 tapti Frakland móti Russlandi í stíðnum um gullið.

 

Svøríki og Frankaríki fylgdust leingi í dystinum, men móti endanum av seinna hálvleiki tók tær fonsku meiri dik á seg í álopinum.

 

Samstundis sæstu gtær væl fyri í verjuni, og tað hálpti hjá málverjanum, Cléopâtre Darleux, í málinum.

 

Tað merkti so, at Frankaríki, tá slakri 10 minuttir vóru eftir av dystinum, kom á odda fyri fýra málum, sum var tað mesta nakrantíð, og sjálvt um Svøríki trýsti væl, endaði tað við tvímálssigri til Frankaríki.

 

Donsku hondbóltskvinnurnar, sum vunnu OL í 1996, 2000 og 2004, megnaðu ikki at spæla seg til OL hesaferð. Russar eru heimsmeistarar, og kunnu endurtaka bragdið úr Rio í 2016, um tær vinna á Noreg í hálvfinaluni seinnapartin.

 

/ritzau/

 

 

 

Fronsku hondbóltskvinnurnar eru til reiðar til aðru OL finaluna á rað. - Foto: Franck Fife/Ritzau Scanpix