Froskmenn funnið høvd og bein hjá Kim Wall

Løgreglan í Keypmannahavn váttar, at posar við klæðum og kropslutum hjá deyða journalistinum, Kim Wall, er funnin í Køge Bugt.

 

Tað eru ikki tekin um skallabrot hjá henni.

 

Tað sigur Jens Møller Jensen, sum er varapolitiinspektørur, á tíðindafundi í morgun.

 

Froskmenn frá Søværnest miniørkorps við hjálp frá kanningarskipinum Aurora frá Aarhus Universiteti, funnu í gjár posan við klæðum hjá Kim Wall og kropslutum.

 

Posarnir vórðu tygdir við jarnlutum.

 

Kim Wall hvarv 10. august, eftir at hon var farin ein túr við Peter Madsen í heimabygda kavbáti hansara.

 

Peter Madsen er síðani skuldsettur fyri dráp og fyri at hava skorið líkið sundur og tveitt tað á sjógv.

 

Kavbátaeigarin hevur greitt frá, at Kim Wall doyði umborð á kavbátinum, tí hon fekk eina tunga lúku í høvdið. Tað, sum nú er funnið setir tó stórt spurnartekin við ta frágreiðingina.

 

– Tað er einki brot á skallanum og ikki onnur tekin um harðskap á skallanum, sigur Jens Møller Jensen.

 

Kavbáturin var undir vatni í tímunum millum 10. og 11. august, og tað er eydnast kanningarfólkinum at kortleggja rutuna. Tað verður hildið at Peter Madsen hevur parterað líkið og beint tað av vegnum hetta tíðarskeiðið.

 

Tað er hendan rutan, sum nú er gjøgnumkannað fyri at finna lutir av líkinum.

 

Kroppurin hjá Kim Wall – uttan høvd, armar og bein, varð funnin 21. august, men líkskoðanin av kroppinum hevur ikki staðfest deyðsorsøkina.

 

Nú skulu rættarlælknar gera eina nýggja líkskoðan av kropslutunum, sum eru funnir í Køge Bugt, fyri at staðfesta, hvussu Kim Wall doyði.

 

/ritzau/