Frostbit

Carla Martha Josenius - sang
Eirik Mikkelsen - gittar og keyboard
Arnfinn í Bartalsstovu - gittar
Tommi Hansen - bass
Jóhannus Tausen - trummur

Frostbit byrjaði at spæla í novembur 2003, men tað var ikki við júst hesari manningini. Onkrir tónleikarar eru skiftir út, síðani teir byrjaðu, men nú er bólkurin til reiðar við kvinnuligum sangara og fýra tónleikarum.
Bólkurin hevur spælt eksperimenterandi rocktónleik tó við denti á góð løg.
Tey hava framført á onkrum konsertum, og bólkurin var eisini einaferð í studio og tók nakrar sangir upp, sum ætlanin var at geva út. Men bólkurin var ikk heilt nøgdur við upptøkurnar, tí tær ljóðaðu ikki soleiðis, sum tey flestu í bólkinum vildu, og tí eru upptøkurnar ongantíð givnar út.
Síðani er aftur onkur broyting gjørd í bólkinum, men í venjingarhølunum hava tey fyrireika seg væl til eina framførslu til ársins Prix , og tey fara at spæla intensan eksperimenterandi rocktónleik.