info
Ongi úrslit

Frostur argar eisini annan uppflytingardystin hjá Bryne

Liðið hjá Noah Mneney og Rógva Baldvinsson skal spæla Play Off dyst móti Kristiansund mikukvøldið

Heri Simonsen
27. november 2023 kl. 22:20

Tað er staðfest, at føroyingaliðið, Bryne vann seg víðari frá tí fyrsta uppflytingardystinum móti Start Kristiansand á útivølli, har heimaliðið forsømdi at tendra hitan undir vøllinum.

Kleyvarskapurin fekk stórar fylgjur fyri Start, ið vóru dømdir at tapa dystin 0-3. 

Bryne er sett at spæla móti Kristiansund á útivølli komandi mikukvøld klokkan 18, men nú skrivar VG, at frostur aftur argar.

VG skrivar, at tað eru ikki alt hitakervið hjá Kristiansund sum ikki riggar til fulnar, og tí er møguleiki fyri, at liðini mugu spæla dystin í Aalesund. 

Í Kristiansund hava teir sum hava ábyrgd av vøllinum tendrað fyri hitanum undir vøllinum, men partur av vøllinum eru framvegis frystir, og tí fer frosturin at órógva ein dyst á vøllinum.

Sambært VG koma dómararnir til Kristiansund longu týskvøldið, og tá fellir avgerðin um dysturin má flytast til Aalesund.

Vinnarin av dystinum millum Kristiansund og Bryne skal spæla á útivølli móti Kongsvinger um rættin at spæla Play Off dystir móti triðniðasta liðnum í bestu norsku fótbóltsdeildini. 

So vegurin hjá Noah, Rógva og liðfeløgunum til uppflyting er langur, men teir fara sjálvandi eftir tí møguleikanum teir hava. 

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Hjólini eru farin út av vegkantinum

15. oktober kl. 14:22

Video: Filmur av illveðrinum í dag

14. oktober kl. 20:25

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla­borðhald

1 tími síðan
Tíðindi

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

1 tími síðan
Tíðindi

Køkurin skal flyta samfelagið eina burðardyggari leið

2 tímar síðan
Fótbóltur

Ronaldo fær leikbann í mánaði uttan landsdystir

2 tímar síðan
Tíðindi

Vilja vita hví hinir leikbólkarnir fáa stuðul

3 tímar síðan
Tíðindi

Uefa gevur Infantino tvær vikur at lata skjøl frá sær

3 tímar síðan
Fótbóltur

Víkingur fekk fulla úrtøku móti AB

4 tímar síðan
Tíðindi

Lesihúsið: Børn fáa ikki neyðugu hjálpina í fólkaskúlanum

4 tímar síðan
Tíðindi

Fleiri býir í Norður­frak­landi seta út­gongu­for­boð í gildi

5 tímar síðan
Tíðindi

ORÐ & TÓNAR í Reinsarínum

5 tímar síðan
Fótbóltur

Fimm stig til B36 og tvey stig til Skála ÍF

5 tímar síðan
Tíðindi

Pinkubarn og tvær kvinnur dripin í Kharkiv

6 tímar síðan