Við Íða letur Jenný Kragesteen, kvinnan handan Frum, eina nýggja og poetiska síðu av sínum tónleikaverki upp.
Plátan Íða er merkt av samstarvi við nakrar av sterkastu og mest spennandi røddunum í føroyska tónleikalívinum.
Á plátuni hoyrast: 1. Í ring við tær (+Beinir Bergson & Lea Kampmann) 2. Sólarbros (+gówa) 3. Alda (+Marius Ziska) 4. Ferð (+Dania O. Tausen) 5. Íða (+Marianna Winter) 6. Rís (+Elinborg) 7. Kór (+Anna Katrin Egilstrøð) 8. Syklus (+Jazzygold)
Við Íða heldur Frum áfram at kanna markið millum tað elektroniska og organiska, millum myrkur og ljós.
Hon hevur lagt dent á at arbeiða við kvinnuligum listafólkum og at skapa eitt rúm fyri felagsskap, málsligari nærleika og tónleikaliga vídd.
Í sambandi við útgávuna gevur Frum eisini eina fysiska vinylplátu út, har A-síðan er á enskum og B-síðan á føroyskum – eitt serligt konsept, sum speglar tvífalda veruleikan í hennara tónleikaheimi.
Íða verður tøk á øllum stroymingarpallum frá 14. november, og útgávukonsert verður í Perluni 15. november, har Frum fer at framføra løgini av plátuni saman við nøkrum av gestasangarunum.
LES EISINI: Frum gevur fyri fyrstu ferð tónleik út á føroyskum










