Upsaprísur
Ein lesari hjá Sosialinum datt herfyri á fryst upsaflak, sum lá til sølu í Miklagarði í SMS. Flakið er pakkað í Danmark, og fiskurin er veiddur her uppi í Norðuratlantshavinum.
Prísurin fyri hesi upsafløk, skræðuleys og beinleys er góðar 66 krónur fyri kilo.
Slaktarin váttar
Leiðarin á sláturdeildini í Miklagarði, Jørgen Jørgensen, váttar, at hetta er prísurin fyri hesi upsafløk, sum komin eru úr Danmark.
Hann veit eisini at siga, at kiloprísurin á tí, sum danir rópa kulmule, er hin sami sum fyri upsaflakið, nevniliga góðar 66 krónur.
Fiskanavnið kulmule er um vit vilja tað ella ikki ikki so lítið villeiðandi.
Rógvi Mouritsen á Fiskirannsóknarstovuni sigur, at norðmenn kalla svartkjaft kulmule, men tað, sum danir rópa kulmule, er ikki svartkjaftur, men lýsingur, ið er ein fiskur, sum minnir um upsa, men er heldur klænri og blankari á liti.
Lýsingur fæst sjáldan her um okkara leiðir, men syðri á havinum.
Aftur og fram
Slaktarin í Miklagarði heldur, at upsin og lýsingurin munnu hava koyrt nakað "aftur og fram" í skipanini, og tí er prísurin vorðin so høgur.
Í øllum førum kunnu vit staðfesta, at tað er ikki fiskimaðurin, sum fær millum 2 og 4 krónur fyri kilo fyri upsa, ið gerst ríkur av prísinum, sum "danska" upsaflakið verður keypt fyri í handilsdiskunum í Miklagarði.
Og óhugsandi er heldur ikki, at upsin í Miklagarði er veiddur av føroyskum fiskimonnum, sum hava staðið við kryvjipavnin og brotið vakt, tí næsta hálið longu var undir hekkuni á skipinum.