Helena Dam á Neystabø er sannførd um, at vilja vit varðveita okkum sum eitt vælferðarsamfelag, verður neyðugt við grundleggjandi nýskipanum, bæði á skúlaøkinum eins væl og á øðrum økjum.
Tí ræðist hon tankarnar hjá Fólkaflokkinum um lønar- og setanarsteðg í fimm ár.
- Hetta er sum at frysta allar Føroyar niður í fimm ár, men eg vænti, at sjúklingurin er deyður, tá ið hann verður tiðnaður aftir.
- Hetta fer at drena allan dynamikk, allan íverksetaraanda, allan skapanarhug og alt áræði úr samfelagnum.
- Hetta merkir í veruleikanum, at ongin, sum ætlar sær til Føroyar, skal vænta sær arbeiði og hetta merkir, at ongin skal vænta sær lønarhækkingar í fimm ár, tí vit skulu lóggeva okkum burtur úr hallinum á fíggjarlógini.
- Tað at beina fyri allari menning!
Tí er hon sannførd um, at tað ber ikki til at spara seg burtur úr kreppuni.
- Tað er alt ov stór menning í teimum londum, vit samanbera okkum við, til at vit spara okkum úr kreppuni, uttan at verða afturútsigld.
Tvørtur ímóti er einasta loyns at vit nýskipa okkum og arbeiða okkum burtur úr kreppuni.
Les eisini greinina: Fólkaskúlin í knúsi um trý ár og greinina: Ganga beint ímóti Helenu