Frystigoymsla í Ánunum fyri 30 mió krónur

Borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, Steinbjørn O. Jacobsen, sigur, at nú frystigoymslan er flutt 80 metrar longur norður, verður atløgubryggjan í Ánunum longd við 100 metrum

Vinnulív

 

Frystigoymslan, sum Christian í Grótinum, JFK-Trol og Faroe Ship í felag byggja í Ánunum í Klaksvík, eru nú so smátt við at taka skap norðaliga á havnaøkinum.

Tað er Klaksvíkar kommuna, sum hevur staðið fyri útfyllingini og planeringini av økinum, og tað er eisini kommunan, sum hevur latið fundamentið undir goymsluni stoypa.

Byggifyritøkan Maltek við Andriasi Josephsen, stjóra, hevur gjørt planeringsarbeiði og hevur stoypt fundamentið til goymsluna.

 

Frysting og skrivstovur

Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri, sigur, at leigusáttmáli verður gjørdur við feløgini, sum lata goymsluna byggja. Sáttmálin fevnir um lendið og fundamentið.

Nýggja frystigoymslan, sum sambært ætlanini stendur liðug um mánaðarskiftið februar/ mars komandi ár, fer helst at kosta einar 30 miljónir krónur at byggja.

Sjálv goymslan verður einar 3.500 fermetrar til støddar, men partur av bygninginum verður í tveimum hæddum.

- Feløgini, sum byggja goymsluna, skulu øll hava egin skrivstovuhølir í ovaru hæddini, sum vendur oman móti sjónum, sigur borgarstjórin.

Tað er norska felagið Huurre, ið selir goymsluna sum byggisett, og tað er eisini hetta felag, sum stendur fyri uppsetingini.

 

Nýggj atløgusíða

Steinbjørn O. Jacobsen sigur, at upprunaliga var ætlanin at byggja frystigoymsluna syðri á verandi havnalagi í Ánunum, men tá saman um kom, varð goymslan flutt 80 metrar longur norður, soleiðis at hon ikki kom at taka so nógv pláss á verandi havnalagi.

- Nú fáa vit eisini ein longri bryggjukant. Samlaða atløgusíðan í Ánunum er í dag 200 metrar, men nú goymslan liggur norðari, verða 100 metrar av atløgusíðu bygdir aftrat, sigur hann.

Klaksvíkar kommuna fer eisini at planera økið rundan um frystigoymsluna.

Kommunurnar partur av hesum arbeiði liggur fyribils um einar 5 miljónir krónur.

 

Liðug samstundis

Steinbjørn O. Jacobsen sigur, at enn er ikki endaliga gjørt av, hvør kemur at standa fyri byggingini at atløgusíðuni, men tann spurningurin verður væntandi avgreiddur innan langt um leingi.

- Vit miðja eftir, at nýggja atløgusíðan fram við frystigoymsluni verður liðug um somu tíð sum goymslan sjálv, sigur borgarstjórin.