FS Vágar fingið venjara úr Danmark

Fótbóltur: Vágaliðið skrivaði leygardagin sáttmála við 59 ára gamla Ole Andersen. Og Albert Ellefsen verður hjálparvenjari hjá FS Vágum næsta ár

FS Vágar flutti niður úr 1. deild í 1997, og tað eydnaðist ikki liðnum at flyta upp aftur í bestu deildina í ár. Hetta komst av, at vágamenn fingu eina út av lagi vánaliga byrjan upp á kappingina. Í seinnu helvt gekk sum eftir ánni, men í síðsta enda rakk tað ikki til meir enn eitt bronsupláss.

Albert Ari Thomassen og Jonhard Joensen tóku sær av venjingini í ár, men nú hevur FS Vágar skrivað sáttmála við útlendskan venjara fyri komandi ár.

Tað er 59 ára gamli Ole Andersen úr Danmark. Hann spældi í sínari tíð við B93 og Skovshoved, áðrenn hann sum 20 ára gamal fór til Schweiz, har hann m.a. spældi við FC Baden.

Ole Andersen hevur verið í Schweiz í umleið 30 ár, men í seinastuni hevur hann búð í Onglandi. Nú kemur hann so til FS Vágar, har hann skal vera venjari í fyribils eitt ár.

Ætlanin er, at hann umframt at vera venjari hjá vaksnamannadeildunum eisini skal vera eitt slag av konsulenti hjá lokalfeløgunum MB, SÍ og SÍF. Ole Andersen fær eisini ein hjálparvenjara afturat sær. Tað er Albert Ellefsen, sum sostatt kemur heim aftur, um ein kann siga tað soleiðis. Albert hevur í ár verið hjálparvenjari hjá HB-venjaranum Ion Geolgau og hevur eisini tikið sær av 2. deildarliðnum hjá HB.

Úr Vágunum frættist, at málið fyri næsta ár verður uppflyting. Tað er eitt rímiligt mál at seta sær, og tað skuldi heldur einki verið í vegin fyri, at Vágoyggin, sum hevur fostrað so nógvar góðar fótbóltsspælarar upp gjøgnum tíðina, ikki skuldi kunnað havt eitt lið í bestu deildini.

Vit kunnu nevna spælarar sum Jens Erik Rasmussen og Johannes Joensen, sum báðir høvdu týðandi leiklutir á FM-liðnum hjá HB í ár, og Hera Olsen og Jógvan Hendrik Samuelsen. Og so er tað sjálvandi Torkil Nielsen, sum vit øll kenna.

Eftir hvat skilst, verður fólkið hjá FS Vágum í 1999 nakað tað sama sum í ár.