? Nú er hetta ikki so viðkomandi hjá okkum, tí vit hava ongar ætlanir um at styrkja okkum við útlendingum, sum nú er.
Tað sigur Álvur Samuelsen, formaður í FS Vágum.
Hann sigur, at FS Vágar, sum spælir í 2. deild, ætlar sær at byggja eitt lið upp við egnum spælarum, og at spurningurin um at styrkja seg við útlendskum spælarum tískil ikki verður aktuellur uttan so, at FS Vágar flytir upp í 1. deild.
Hann vísir á, at teir hava teir somu spælararnar sum í fjør. Venjari í ár verður Ole Andersen, sum teir í Vágum hava góðar vónir til.
? Vónirnar eru góðar. Vit rokna við eini spennandi kapping, og okkara størstu kappingarneytar verða ivaleyst TB, LÍF og Royn, sigur Álvur Samuelsen.