FS vann FM-heitið triðja árið á rað

Triðja árið á rað eydnaðist Fuglafjarðar Svimjifelag at vinna føroyameistaraheitið, tá FM í svimjing var á skránni um vikuskiftið. Fuglafjarðar Svimjifelag vann ikki færri enn 15 gullheiðursmerki

SVIMJING

 

Tey síðstu mongu árini hevur Havnar Svimjifelag sitið trygt á trúnuni í føroyskari svimjing. Frá árunum 1988 til 2004 hevur Havnin vunnið FM-heitið á so at siga hvørjum ári, og áðrenn teir var Ægir tað sterkasta liðið. Teir vunnu nevniliga meistaraheitið rættiliga trygt í bæði 1985 og 1986.

Nú hevur eitt nýtt felag tó troka Havnar Svimjifelag av trúnuni. Fuglafjarðar Svimjifelag megnaði nevniliga um vikuskiftið at vinna føroyameistaraheitið triðja árið á rað. Teimum á baki komu Tvøroyrar Svimjifelag og Vágs Svimjifelag, meðan sigursvanda felagið úr Havnini endaði heilt afturi á fjórða plássi.

Sosialurin hevur tikið eitt prát við venjaran hjá Fuglafjarðar Svimjifelag, Petur Heðin á Fløtti, um góðu gongdina hjá FS.

 

Væl nøgdur venjari

Petur Heðin á Fløtti var sum vera man væl nøgdur, tá ið tað gjørdist greitt sunnukvøldið, at Fuglafjarðar Svimjifelag hevði tryggjað sær føroyameistaraheitið. Hann heldur, at hørð venjing og miðvíst arbeiði hevur verið vegurin hjá svimjarunum í Fuglafirði.

- Vit hava arbeitt hart og miðvíst við svimjarunum her, og teir hava allir vant ótrúliga hart tey síðstu árini, og her síggja vit so úrslitið, sigur Petur Heðin á Fløtti.

- Karmarnir hava eisini verið sera góðir kring felagið, og hetta hevur heilt víst verið ein góð hjálp hjá svimjarunum.

Petur Heðin heldur eisini, at svimjararnir í Fuglafirði eru ógvuliga góðir, og at hetta sjálvandi er ein av størstu orsøkunum til góðu úrslitini.

- Ja, her er nógv gott fólk í Fuglafirði, og hetta er sjálvandi eisini ein av grundunum til, at vit klára at vinna meistaraheitið. Har afturat hava vit fingið tvær ordiligar kanónir úr Syðrugøtu í Elspu Mørkøre og Kára J. Á Høvdanum, og tey hava sjálvandi hjálpt væl til í okkara royndum at vinna meistaraheitið, heldur Petur Heðin.

 

Gott samstarv við Ægir

Petur Heðin gleðist eisini um samstarvið, sum Fuglafjarðar Svimjifelag hevur havt við Ægir, og hann heldur eisini, at hetta hevur hjálpt svimjarunum.

- Vit hava havt eitt sera gott samstarv við Ægir í eina tíð, og hetta hevur mær dáma sera væl. Fyrsta lið hjá okkum hevur vant saman við fyrsta og øðrum liði hjá Ægir, og her hava okkara svimjarar fingið møguleika at vant í stórum hyli. Harafturat er kappingin í venjing sjálvandi vorðin harðari, og hetta hevur eisini hjálpt fyri svimjararnar hjá Fuglafjarðar Svimjifelag.

 

Framtíðin sær ljós út

Um vikuskiftið var seinasti møguleikin hjá føroyskum svimjarum at klára kravtíðirnar til Oyggjaleikirnar, og endin var, at 17 svimjarar megnaðu at svimja undir kravdu tíðunum á teimum ymsu teinunum.

Petur Heðin heldur, at ungdómsarbeiði hjá Svimjisambandinum hevur verið gott tey síðstu árini, og at hetta eisini sæst aftur í svimjingini í dag.

- Vit hava syrgt fyri at hava lív í ungdómsarbeiðnum hjá Svimjisambandinum, og tey úrslitini sær man í dag. Landsliðshópurin vísir, at ungdómsarbeiðið hevur blómað, tí har eru so at siga bara ungir svimjarar við, sum hava tikið at kalla øll tey føroysku metini síðstu árini. Fleiri av svimjarunum hava eisini svomið undir vinnaratíðunum frá seinastu Oyggjaleikunum, so har skuldi verið møguleiki fyri onkrum heiðursmerki í summar, heldur Petur Heðin.

Hvat viðvíkur Fuglafjarðar Svimjifelag, so heldur hann eisini, at framtíðin sær ljós út hjá teimum.

- Ja, eg haldi, at tað sær ikki so galið út í Fuglafirði. Vit hava nógvar góðar svimjarar, og har eru eisini fleiri ungir svimjarar, sum skjótt fara at vera klárir at taka yvir. So eg haldi sum heild, at framtíðin her inni sær ljós út, sigur venjarin, Petur Heðin á Fløtti, at enda.