FSF aðalfundur: Tey stóru vunnu á teimum lítlu

Uppskotið hjá teimum lítlu fall við skifti millum deildirnar

Á aðalfundinum hjá Fótbóltssambandinum, sum er í dag, fall eitt uppskot, sum skuldi gera at spælarar yvir 21 ár ikki kunnu spæla í lægri deild, um teir sita á bonkinum hjá hægri deild.

 

Tað er starvsnevndin, sum hevur lagt broytingaruppskotið fram. Jákup Mørk, formaður í B36, og Brandur Jacobsen, formaður í Vikingi, mótmæltu á fundinum. Tá komið var til atkvøðugreiðslu fall uppskotið við 18 í móti, og 17 fyri. Feløgini, sum atkvøddu ímóti eru øll lið í bestu deildini. Tey eru B36, KÍ, NSÍ, Víkingur, EB/Streymur, HB, Skála, TB og AB.

 

Her hevur á eftirmetingarfundi verið mett, at tey stóru feløgini við liðið í Betri deildini hava brúkt spælarar í 1.deild, sum sita á bonkinum og eru eldri enn 21, og at hetta til tíðir gera tað torførri hjá feløgunum í 1.deild at flyta upp. Her hevur eisini verið umrøtt, at talan til tíðir hevur verið um telving, fyri at fáa sítt lið at yvirliva í deildini, meðan tey feløgini, sum hava bestu liðini í næstbestudeildini fáa tað torførari. Hetta er so aftur galdandi longur niður í rekkjurnar.

 

Øll tey “lítlu” feløgini í Føroyum atkvøddur fyri broytingaruppskotinum. Tað eru feløg, sum ikki hava besta liðið í bestu deildini. Einasta felagið sum er í Betri deildini, ið atkvøddi fyri, eru uppflytarnir úr ÍF.