FSF er størsta rukkan í Føroyskum fótbólti!

Herfyri tók aganevndin avgerð í málinum um 2. deildar dystin millum 07 Vestur og MB. 07 Vestur nýtti ein leikara, sum hevði fingið reytt kort í seinasta dysti undan hesum

Aganevndin var av tí áskoðan (sjálvandi), at leikarin var ólógligur, og 07 Vestur skuldi tapa dystin, júst soleiðis sum nærum allar heimsreglur eru skrúvaðar saman, tá tað snýr seg um ítrott.

Men nú hevur gud hjálpi mær eitt teir rópa fyri yvirkærunevndin strika allan sið og allar reglur og annars tulkað sínar egnu reglur soleiðis, at leikarin mitt í øllum var lógligur!!! Teir siga, at leikarin sat yvir í 1. deildar dystinum, sum var leiktur tríggjar dagar áðrenn!!!!! Leikarin er ikki í nær námind av 1. deildar hópinum hjá 07 Vestur, og eg meini eisini, at hann ONGANTÍÐ hevur spælt við 1. deildar liðnum hjá 07 Vestur. Allíkavæl metir yvirkærunevndin, at hann kann avsona karantenuna, tá 1. deild spælir! Annars siga reglurnar, at leikari skal sita karantenur av sær í tí deild, hann hevur fingið karantenuna!!! Hvat er hetta fyri fananskapur, sum gongur fyri seg í FSF?

Tað gongur heilt greitt fram, at onkur hevur okkurt ímóti 4. elsta felagnum í Føroyum.

Fleiri feløg hava vent sær til venjarar og nevndina í MB og nærum fordømt avgerðina hjá FSF og siga seg ikki skila eitt einasta petti av tí heila. Takk fyri tað.

Hendan avgerðin kann fáa katastrofalar avleiðingar í fleiri ár fram.

MB hevur lið í 3. deild. Hereftir fer 3. deildar liðið hjá MB at spæla áðrenn 2. deild hvørjaferð. So kunnu leikarar, ið hava karantenu bara sita yvir í tí dystinum!!!

Tað vil so aftur siga, at tað fer ONGANTÍÐ nakar at hava karantenu aftur!!! Og ja, um hini liðini eru líka klók sum vit og fylgja ráðunum, ella reglunum um tú vilt, hjá FSF, so fer ONGIN LEIKARI Í FØROYUM AT HAVA KARANTENU AFTUR Í NAKRARI DEILD!!!

So míni ráð til FSF er at lesa regluna “rætt” og taka til eftirtektar tað, sum aganevndin kom til.

Víðari gott kappingarár