Oddafiskurin í føroyskum fótbólti, Tórleif Sigurðsson, er í hesum døgum staddur í Genevem har hann er við á fundi hjá UEFA.
Formaðurin í FSF er limur í ungdómsnevndini hjá UEFA, og tað er hon sum fundast í Geneve í hesum døgum. Hetta er ein árligur fundur, sum vanliga er stutt undan jólum.
Á fundinum verða ymiska mál viðgjørd, og lutakastini til EM-undankappingarnar hjá U16 og U18 landsliðum verða eisini gjørd í sambandi við hendan fundin.
Eisini verða lógirnar fyri undankappingarnar fyri ungdómslandslið endurskoðaðar, og møguligar broytingar verða so gjørdar á hesum fundi.
Tórleif Sigurðsson fór úr Føroyum týsdagin, og í gjár og í dag eru fundir í Geneve. Í kvøld vendir FSF-formaðurin nøsina heimaftur.
Føroysk ungdómslandslið í fótbólti hava í fleiri ár verið við í undankappingum til EM og HM, og ætlanin er eisini, at miðvísa arbeiði við teimum ungu spælarum skal halda fram.