FSF-formaðurin: Leita ofta eftir syndabukkum

Fótbóltur: Torleif Sigurðsson var eisini vónbrotin av úrslitinum í Estlandi

FSF-formaðurin Torleif Sigurðsson sat heima í Klaksvík og fylgdi dystinum í sjónvarpinum. Hann er sum onnur eisini harmur um, at tað skuldi gangast føroyska landsliðnum so illa.

? Tá vit hugsa um útgangsstøði undan dystinum, roknaðu vit við, at hetta var ein dystur, vit kundu vinna. Út frá tí kunnu vit siga, at tað bleiv so ringt, sum tað kundi blíva, sigur Torleif Sigurðsson.

? Áðrenn dystin hevði ljóðað, at hetta skuldi vera okkara sterkasta landslið nakrantíð, og út frá tí var úrslitið hóskvøldið eisini eitt vónbrot, heldur FSF-forsetin.

? Tað var sjálvandi eisini tað, at vit spældu helvtina av dystinum við tíggju monnum, men persónliga saknaði eg optimismuna og viljan, sum vit hava sæð fyrr, sigur Torleif Sigurðsson, sum kallar dystin í Tallinn ein stóran off-dag hjá føroyska landsliðnum.


Leita eftir syndabukkum

Allan Simonsen hevur altíð sitið tryggur í venjarastarvinum hjá FSF, men aftan á dystin hóskvøldið eru summi farin at seta spurningar við, um tað ikki hevði verið rætt at skift venjaran út.

? Ja, vit hava so ikki fingið nakað sendandi frá honum, har hann biður um at verða loystur úr starvi, heldur Torleif Sigurðsson skemtandi fyri og vísir á, at sáttmálin við Allan Simonsen er í tvey ár afturat, og at FSF enn ikki hevur tosað saman ella tikið støðu til venjaraspurningin.

? Tað er rættiliga vanligt, tá tað gongst illa í hond, at fólk fara at leita eftir syndabukkum, og tað eru partvíst eisini fjølmiðlarnir, sum eru sekir í hesum. Tað at vit spældu og vunnu ein vinardyst í Estlandi í fjør við einum liði, sum partvíst var eitt eykalið, hevur gjørt, at fólk hava roknað við einum sigri hesaferð eisini, sigur Torleif Sigurðsson, sum vísir á, at tað ikki minst er spell at tapa so nógv móti Estlandi tí at teir vórðu styrkismettir undir okkum til lutakastið.

? Tann neistin, ein hevur sæð fyrr, manglaði so avgjørt í gjár. Vit mugu bert staðfesta, at tað ikki er eydnast venjaranum at seta spælararnar nóg væl upp til dystin, sigur FSF-formaðurin, sum í dag fer til Fraklands, har FIFA skal hava aðalfund í Paris.

Har skal nýggjur FIFA-forseti veljast fyri Joao Havelange, sum leggur frá sær, og valið stendur millum svenska UEFA-forsetan Lennart Johansson og núverandi FIFA-aðalskrivaran Sepp Blatter. Av hesum báðum stuðla føroyingar Lennart Johansson.