FSF-hurðin verður smekkað í aftur

So eru vit enn einaferð mong, ið standa púra spyrjandi yvirfyri, hvat fleiri føroysk fótbóltsfeløgini vilja við føroyskum fótbólti og FSF.

Júst sum hurðin inn til FSF tóktist gloppað, so frísk luft kundi streyma inn og basa innikleimda luktinum - samstundis sum nakað av tí óhumsku, ið hevur blettað felagskapin og føroyska fótbólt í altjóða samanhangi, kundi renna út - vilja fleiri feløg blaka hesa hurð í aftur.??Tað er snøgt sagt ófatiligt og óskiljandi, at hesi fótbóltsfeløg ikki vilja geva sitandi FSF-forseta, Høgna í Stórustovu, møguleikan at heysta fruktirnar av tí risa upptaki og stóru uppgerð, hann hevur átikið sær innanveggja í FSF, síðan hann tók við sum forseti. Høgni í Stórustovu hevur víst neyðuga dirvið til at taka eina uppgerð við nógv at tí, ið vit eru mong sum hava eftirlýst at fingið broytt í nógv ár, men sum eingir av hansara undangongumonnum hava havt dirvið til at rørt. ??Eitt dømi er aðalskrivarin, ið var sloppin at gera FSF til sítt egna kongaríki, uttan at tað fekk nakrar avleiðingar. Sjálvt ikki, tá aðalskrivarin varð avdúkaður við aðrari hondini niðri í kakueskjuni og hinari fullari at køkum, tí hann hevði selt atgongumerkir, ætlað fótbóltsáhugaðum, við egnum vinningi fyri eyga, ynsktu nógv fólk innan føroyskan fótbólt ikki at lata tað fáa nakra avleiðing. Sjálvt ikki, um tað merkti, at føroyskur fótbóltur, FSF og Føroyar vóru í stórum vanda fyri at verða revsað hart av UEFA fyri at góðtaka svik. ??Men Høgni í Stórustovu setti hart móti hørðum, fyri at málið ikki skuldi sleppa at glíða afturvið borðinum. Hann tvíhelt um, at málið var so álvarsamt, at tað skuldi fáa avleiðingar, og tað fekk tað eisini. Tískil er tað ótrúliga margháttligt, at fleiri feløg nú, oman á tað heila, ynskja at seta sakføraran hjá fyrrverandi aðalskrivaranum í starvið sum FSF-forseti.??Tað er vert at minnast til, at tær rembingar og uppgerðir, ið Høgni í Stórustovu sum FSF-forseti hevur verið partur av hesi árini, hann hevur sitið, eru allar ein beinleiðis avleiðing av strembanini eftir at gera FSF til ein álítandi og væl virkandi felagsskap - føroyskum fótbólti og feløgum at frama. Ein liður í royndunum at lúka út í undirhondsavtalum og skuggaspælinum, ið alt ov leingi er sloppið at ráða í FSF, og ístaðin innføra gjøgnumskygni, opinleika og rættvísar, lógarfestar og felags mannagongdir fyri øll.??Í evsta føri, so er FSF eisini ein felagskapur, ið skal umboða og arbeiða fyri áhugamálunum hjá føroyskum fótbólti. FSF, og forseti tess, skulu mynda føroyskan fótbólt mótvegis almennu Føroyar og umheiminum. Men hvussu skal tað vera, tá maðurin, ið fleiri feløg nú peika á sum forseta, ikki vildi vísa seg í 3-2 mánakvøldið? Ikki vil møta upp og fortelja okkum, ið veruliga brenna fyri føroyskum fótbólti, hvussu hann, um hann verður forseti, ætlar at menna okkara høgt elskaða ítrótt? Hvat hevði hann í grundini at missa við at stilla upp í 3-2? Hví ganga og goyma seg? Hevur hann kanska nakað at goyma???Hetta politiska skuggaspælið, ið gongur fyri seg í føroyskum fótbóti, er ábyrgdarleyst. Heldur enn at hugsa um menningina av føroyskum fótbólti, tykist alt ganga upp í fótbóltspolitiskar-rossahandlar, ið eru beinleiðis skaðiligir. Hví vóru so nógvir limir í FSF-nevndini í grundini so trekir at røra aðalskrivaran, sum varð tikin í fíggjarligum sviki, ið kundi fáa álvarsligar avleiðingar fyri føroyskan fótbólt? Hvat høvdu hesir nevndarlimir at missa við at gera tað rætta? ??Tað er heldur ikki komin nøkur grundgeving fram alment frá teimum feløgum, ið ikki ynskja at Høgni í Stórustovu skal sleppa at halda fram sum FSF-forseti, um hví tey hava hesa støðu. Hvat er tað í grundini, feløgini eru ónøgd við? Hevur Høgni í Stórustovu ikki avgreitt skitnu vaskiklæðini, ið eingin av undangongumonnum hansara vildi røra? Standa vit ikki tískil á markinum til eitt nýtt og betri tíðarskeið fyri føroyskan fótbólt? ??Eftir mínum bestu sannføring, so átti Høgni í Stórustovu at verið heiðraður fyri at stríðast so heilhjartað fyri at skapa álit á FSF og kveikja nýggjan áhuga og nýtt lív í føroyskan landsliðsfótbólt. Hevði Høgni í Stórustovu ikki áhaldandi tvíhildið um eina ikki-danska-loysn á landsliðsvenjaraspurningin, høvdu vit nevyan fingið Brian Kerr sum landsliðsvenjara, og harvið neyvan fingið sigurin á Slovakia. Tað krevur dirvið at halda fast í eini visión og at gera tað rætta fyri føroyskan fótbólt.??Um ikki øll tey, sum sita úti í føroysku fótbóltsfeløgunum og veruliga vilja føroyskum fótbólti tað besta, taka seg saman og steðga hesari tilgongd, so er líkt ti, at Høgni í Stórustovu - garanturin fyri einum nýggjum og meira álitisvekjandi FSF - kann verða offraður á FSF-aðalfundinum í morgin. Onkursvegna, so virkar tað eins og at í FSF verða bandittarnir gjørdir til hetjurnar, meðan hetjurnar, ið veruliga brenna fyri at gera tað rætta fyri føroyska fótbólt, verða gjørdar til bandittar og síðan skolaðir út saman við skitan spillvatninum. Er tað tað, vit ynskja fyri føroyskan fótbólt???Tað, ið er undir uppsigling til FSF-aðalfundin í morgin, verður ein brá og óskiljandi uppbremsing av tí góðu tilgongd, ið hevur peikað móti at gera FSF til ein góða felagsskap fyri fótbóltin, fótbóltsleikararnar og fótbóltsfeløgini. Tað má ikki henda. FSF-aðalfundurin í morgin er ein gyltur møguleiki hjá fótbóltsfeløgunum at gera tað rætta fyri føroyskan fótbólt og lata Høgan í Stórustovu sleppa at arbeiða víðari, so vit kunnu fáa eitt FSF, ið byggir á álit, gjøgnumskygni og trúðvirði.