Fótbóltssamband Føroya fer í apríl mánaði at kanna allar fótbóltsvøllir í Føroyum, og eru viðurskifti, sum ikki eru í lagi, fáa feløgini boð um at fáa tey upp á pláss.
Tað, sum FSF ætlar sær at kanna, er: mát av vølli, uppmerking, bandar, mál og málnet, hornafløgg, útskiftingarbonkur og tekniskt øki, børa, máltalva, sjálvur vøllurin, skiftirúm, umstøður kring vøllin og annað
Endamálið við kanningini er, at fáa staðfest hvørjum standi vallirnir eru í. Út frá hesari kanning, ger kappingarnevndin eina meting av støðuni, og síðani verður tað fráboðað feløgunum, hvørjar møguligar broytingar eru neyðugar, sigur FSF í eini fráboðan til feløgini.
FSF setir seg í samband við feløgini í næstum, fyri at gera nærri avtalu um júst nær vit koma á vitjan.