FSF: Landsliðspakkin til sølu

Nú ber til at ogna sær Landsliðspakkan 2023 í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF. Landsliðspakkin gevur atgongd til allar heimadystirnar hjá A-landsliðnum við monnum komandi ár

Jákup Andreasen og hinir landsliðsspælararnir fegnast um 2-1 málið móti Litava - Mynd: Bjarni Enghamar

Nú ber til at ogna sær Landsliðspakkan 2023 í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF. Landsliðspakkin gevur atgongd til allar heimadystirnar hjá A-landsliðnum við monnum komandi ár.

 

- Jólagávan til tann rætta fótbóltsfjepparan fæst nú til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya. Talan er sjálvandi um Landsliðspakkan 2023, sum gevur atgongd til allar heimadystirnar í komandi EM-undankapping, sum er á skránni næsta ár, boðar Fótbóltssambandið frá.

 

Føroyar eru í bólki saman við Kekkia, Póllandi, Albania og Moldova.

 

Kostnaður:

 

Bólkarnir 103-106: 800 kr.

 

Bólkarnir 102 og 107-108: 600 kr.

 

Bólkarnir 109-110 og 112-113: 400 kr.

 

Bólkur 111 (Skansin): 400 kr.

 

Dystaskráin:

 

24. mars Moldova – Føroyar

 

17. juni Føroyar – Kekkia

 

20. juni Føroyar – Albania

 

7. sept. Pólland – Føroyar

 

10. sept. Føroyar – Moldova

 

12. okt. Føroyar – Pólland

 

15. okt. Kekkia – Føroyar

 

20. nov. Albania – Føroyar

 

##med2##

 

Jákup Andreasen og hinir landsliðsspælararnir fegnast um 2-1 málið móti Litava - Mynd: Bjarni Enghamar