info
Ongi úrslit

FSF letur væl at UEFA ráðstevnu í Føroyum

Hóast avbjóðingar við ferðing til Føroya hjá nøkrum av luttakarunum, eydnaðist Fótbóltssambandinum at hava UEFA ráðstevnuna, ið FSF hevur verið vertur fyri seinastu dagarnar

Tróndur Arge
14. mai 2022 kl. 20:35

Hóast avbjóðingar við ferðing til Føroya hjá nøkrum av luttakarunum, eydnaðist Fótbóltssambandinum at hava UEFA ráðstevnuna, ið FSF hevur verið vertur fyri seinastu dagarnar.

Tá avtornaði vóru umboð fyri átta lond – Belgia, Norðurmakedónia, Liktinstein, Portugal, Estland, Slovenia, Bulgaria og Spania, umframt úr føroyum – við á stóru UEFA ráðstevnuni, ið Fótbóltssamband Føroya hevur verið vertur fyri síðstu dagarnar. Evni á ráðstevnuni var fyriskipan og menning av gentu og kvinnufótbólti.

– Sjálvt um londini eru ymisk til støddar, so er talan í nógvum førum um líknandi avbjóðingar, ið vit eisini hava í gerandisdegnum. Tí er tað gevandi at kunna hoyra ymisk sjónarmið upp á somu avbjóðingar, og síðan saman finna møguligar loysnir, sigur Pætur Clementsen, ið er tekniskur stjóri hjá FSF.

Umframt framløgur og toymisarbeiði, var skipað fyri venjingum á Tórsvølli og Ovara vølli í Gundadali. Harafturat varð vitjað í Klaksvík, har umboð fyri KÍ greiddu frá søguni um kvinnufótbóltin í felagnum. Við Djúpumýru fingu gestirnir eisini møguleikan at síggja góðu umstøðurnar, ið sigursvandu kvinnurnar hava til venjing og dystir á heimavølli.

Venjarin hjá belgiska U23-landsliðnum, Thomas Jansen, ið var millum luttakararnar, lat eisini sera væl at ráðstevnuni, og vitjanini í Føroyum sum heild.

– Eg eri sannførdur um, at einki stað til tílíkar ráðstevnur er betri enn í Føroyum. Ráðstevnan var litað av eldhuga frá umboðum hjá FSF, lokalum spælarum, venjarum og øðrum starvsfólkum, ið eru partur av føroyska fótbóltinum, og sum vit fingu møguleikan at hitta.

– Í einari verð av ymiskleika, er liðandin og samanhaldið hjá tykkum ein gáva og fyrimynd. Hetta var væl fyriskipað og máttmikið at uppliva – ja, stutt og greitt, fult av eldhuga, segði Thomas Jansen við heimasíðuna hjá FSF, áðrenn kósin var sett móti evropeiska meginlandinum aftur.

##ms##

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

17 tímar síðan

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

19 tímar síðan

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

9. oktober kl. 08:56

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Fyrsta føroyska váða­mynd­in verð­ur klár í nov­em­ber ella desem­ber

45 minuttir síðan
Fótbóltur

Eitt stig til B68 og sjey stig til Víking

55 minuttir síðan
Tíðindi

Almenn byggisamtykt endurskoðað og góðkend

1 tími síðan
Tíðindi

SSL skal gjalda: Havnin vil ikki víkja frá avtalu

1 tími síðan
Tíðindi

SSL-skip skulu ikki frítakast fyri at gjalda

2 tímar síðan
Tíðindi

Nato ávarar Russland

2 tímar síðan
Fótbóltur

Sjey stig til NSÍ og eitt stig til Skála ÍF

2 tímar síðan
Tíðindi

Smyril kann enda á Sundi

3 tímar síðan
Tíðindi

Oljan ein ógvuliga tungur postur fyri navigatørarnar

3 tímar síðan
Tíðindi

Setið í verk fíggj­ar­pol­it­isk reglu­verk sum munar

3 tímar síðan
Fótbóltur

B36 fekk fulla úrtøku móti AB

4 tímar síðan
Lesarabrøv

Vit skulu hava meira frælsi, ikki minni

4 tímar síðan