FSF úr at gera

Framvegis eru fleiri leikarar, sum hava skift felag, men enn eru spæliloyvini ikki komin á rætta stað

Føroyingar koma sum vanligt í síðstu løtu. Hetta ásannar Fótbóltssambandið nú um dagarnar, tí eitt ótal av fyrispurningum frá feløgum um spæliloyvi verða avgreidd í Fótbóltsambandinum. Hesa vikuna eru 20-25 spæliloyvi hjá 1.deildarleikararunum fingin í rætt lag, nú steypakappingin fer av bakkastokki leygardagin

Virgar Hvidbro í Fótbóltsambandinum sigur, at framvegis mangla fleiri spæliloyvi.

? Fleiri leikarar, sum vit vita hava skift felag, hava framvegis ikki fingið spæliloyvið á rætt stað, og væntandi fáa vit fleiri fyrispurningar hósdagin og fríggjadagin.

Virgar vísur á, at tað sama gongd sum undanfarin ár, og at feløgini altíð koma í seinastu løtu. Til og við fríggjadagin klokkan fýra verða spælaraloyvi avgreidd, og eftir klokkan fýra mugu feløgini gjalda 500 krónur, um tey ætla sær at spæliloyvini skulu avgreiðast til dystirnar leygardagin, sigur Virgar Hvidbro at enda