Tað eru broytingar í reglugerðini fyri flytingarvindeygað, sum nú umfatar allar spælarar yvir 15 ár, boðar Fótbóltssambandið frá í kvøld.
Fríggjadagin 13. mars klokkan 16.00 letur flytingarvindeygað aftur. Tá skulu allir spælarar, sum 1. januar í kappingarárinum vóru fyltir 15 ár, og sum taka lut í kappingum fyriskipaðar av FSF, vera skrásettir í tí felag, sum teir ætla at spæla fyri fram til 15. juni. Tá letur flytingarvindeygað upp aftur.
Eftir kravi frá altjóða fótbóltssambandinum, FIFA, eru reglurnar í samband við flytingarvindeyganum hjá Fótbóltssambandi Føroya broyttar, og eru nú eisini galdandi fyri spælarar niður í 15 ára aldur.
Hetta merkir, at allir spælarar, bæði gentur og dreingir, kvinnur og menn, sum 1. januar í kappingarárinum vóru fyltir 15 ár, mugu hava sína skráseting í lagi, tá flytingarvindeygað letur aftur fríggjadagin 13. mars 2020.
Tað er tí av stórum týdningi, at feløg, venjarar, spælarar og foreldur tryggja sær, at skrásetingin er røtt tá flytingarvindeygað letur aftur.
Í 2020 er flytingarvindeygað opið soleiðis:
– Letur upp: 8. januar 2020
– Letur aftur: 13. mars 2020, kl. 16:00
– Letur upp: 15. juni 2020
– Letur aftur: 10. juli 2020, kl. 16:00