FSF-Soap

Eftirlýsing: Sóknast verður eftir formanni. Evni at samstarva og samskipa eru týðandi førleikar, eins og viðkomandi eisini má duga at fáa ein breiðan meiriluta aftan fyri seg. Áhugaðir umsøkjarar kunnu venda sær til Fótbóltssamband Føroya

FSF

Omanfyristandi lýsing er sjálvsagt tikin úr hugaheiminum hjá blaðmanninum, men hon kundi eins væl verið tikin úr lýsingartorginum, sum er partur av umslagnum kring Ítróttarsosialin.
Tí tað er ein sannroynd, at formansvalið í FSF alt meira ber brá av eini illa vandari soap-opera, har óvæntaðu snaringarnar eru nógvar í tali, og har eingin tykist vita, hvat dagurin í morgin hevur at bjóða.

Higartil
Upprunin til málið er at finna heilt afturi í februar í fjør, tá vánaliga samstarvið í nevndararbeiðinum førdi við sær, at ein innanhýsis semja varð gjørd um, at Dánjal Andreasen ikki stillaði uppaftur til formansvalið.
Í november mánaði tók máli tó eina vend, tá Dánjal á fundinum við feløgini boðaði frá, at hann so avgjørt ætlaði sær at stilla uppaftur, og at hann ikki visti, hvaðani søgurnar um tað øvugta vóru komnar.
Ein meiriluti í nevndini royndi eftir hetta fleiri ferðir at fáa Dánjal at broyta støðu, og ósemjan gjørdist til opið stríð í januar mánaði. Tá boðaði ein meiriluti í nevndini frá, at teir ikki tóku undir við Dánjali Andresen, og at nevndin ístaðin peikaði á Rúna Heinesen sum nýggjan formann.
Hendan støðan helt sær til dagin fyri, at freistin at seta fram nýggj valevni var lokin. Tá boðaði Rúni Heinesen frá, at hann kortini ikki stillaði upp. Einki varð sagt um orsøkina, men gitingar hava verið frammi um, at í Mentamálaráðnum vóru tey ikki fegin um, at hann ætlaði sær at røkja bæði formanssessin í FSF og stjórasessin á Tekniska Skúla í Klaksvík.
Sama kvøld stóð eisini greitt, at Christian Andreasen hevði fingið nokk. Hann boðaði frá, at hann ikki ynskti at vera partur av FSF-nevndini longur, og í Sosialinum sendi hann eitt satt heglingsæl móti verandi formanninum, sum hann segði seg als ikki kunna liva við. Hetta fekk í hálvgum trettanda tíma nøkur feløg at taka seg saman, og um midnáttarleitið á seinasta degnum varð faks sent FSF-skrivstovuni, har boðað varð frá, at Frithleif Olsen úr Rituvík var í uppskoti sum formansevni.
Í kjalarvørrinum av hesum stóðst stórt kjak, og at enda segði Dánjal Andreasen, at hansara persónur ikki skuldi forða fyri nakrari semju millum feløgini, og tí tók hann seg av listanum. Ætlaða kampvalið varð av ongum, men á aðalfundinum stóð nú greitt, at feløgini vildu hava kampval. VB setti fram uppskot um, at aðalfundurin varð niðurlagdur, tá komið varð til nevndarvalið. Felagið ynskti, at hava fleiri evni at velja ímillum, og undirtøkan fyri hesum gjørdi, at nýggjur fundur varð ásettur til leygardagin, sum nú er farin framvið.
Undan hesum hevði Óli tikið av, tá sumbingar heittu á hann um at vera í uppskoti, og fram til seinasta týsdag tóktist feløgini so fáa sín vilja. Stríðsval skuldi vera, har tveir kandidatar skuldu dystast um, hvør teirra skuldi gerast formaður.
Hetta var tó bert støðan fram til týsdagin. Tá hevði Frithleif Olsen tikið avgerð um, at hann heldur tók sessin sum nevndarformaður í Sparikassanum, og so var støðan aftur hin sama. Ein støða, sum nú fekk fleiri feløg at taka seg saman, soleiðis at aðalfundurin enn einaferð kundi útsetast.
Sum skilst, so eydnaðist eisini at fáa uppbakning frá fleiri av teimum, sum atkvøddu fyri uppskotinum hjá VB á sinni, og eisini vágbingar sjálvir vóru við í kórinum, sum bóðu um enn eina útseting, og hana fingu teir. Fríggjakvøldið boðaði Dánjal Andreasen sjálvur frá í kunngerð, at aðalfundurin var útsettur, og um vikuskiftið kundi á heimasíðuni hjá FSF lesast, at nýggjur aðalfundur verður hildin 3. apríl, og at uppskot til nevndarval skal vera FSF í hendi í seinasta lagi 25. mars.

Ikki ráð til verandi støðuna
Tað er so søgan higartil, og spurningurin er so, hvussu næsti parturin av framhaldsrøðini verður.
Men hvussu víkir og vendir, so er verandi støðan í føroyska fótbóltsheiminum lítið sømandi fyri eitt sersamband, sum skal bera orð fyri at vera tað mest professionella í landinum.
Professionelt ella ikki, so tykist ein ávísur tvídráttur í løtuni at fara fram innan felagsskapin. Ein tvídráttur, har tað onkursvegna tykist vera ein uppgerð við fortíðina, sum stendur í fokus. Ella kanska eitt framhald av teirri miðvísu útskifting, sum hevur verið av nevndarlimum seinastu aðalfundirnar.
Her er tann »gamli« bólkurin av feløgum ivaleyst fyri, at Óli Holm fær sessin nú í tvey ár, soleiðis at eina meira rólig yvirgongd kann tryggjast, meðan hini feløgini helst vilja hava nakrar broytingar at henda her og nú. Mitt í hesum togarínum eru so eisini spurningar um Svangaskarð kontra Tórsvølli eins og leikluturin hjá aðalskrivaranum drignir uppí, men spurningurin tykist vera, hvørt føroyskur fótbóltur hevur ráð til slíkt trætumál og slíkar ósemjur, sum ein slík togtogan kann skapa. Eisini upp á longri sikt.
Tað kann væl vera, at ósemjurnar gera seg væl út á forsíðunum í ikki bara hesum blaðnum, men uppgávan hjá FSF er ikki at selja bløð og skapa yvirskriftir.
Hon er at virka føroyskum fótbólti at frama, og við teimum avbjóðingum, sum liggja fyri framman, er stóri spurningurin helst, hvussu leingi feløgini kunnu liva við, at alt upplandið liggur brakk.
Stórar avgerðir skulu framvegis takast, og tí er helst meira neyðugt nú enn nakrantíð, at ein samlaður føroyskur fótbóltsheimur setir seg saman at viðgera støðuna. Er nakar møguleiki at finna eina breiða semju fyri, hvussu farast skal fram hiðani og frameftir, so eigur hendan at verða funnin, heldur enn at fara út í eitt stríðsval, har ein stórur minniluti eftir øllum at døma fer at standa sum taparin. Ein støða, sum neyvan er mennandi fyri samstarvið millum feløgini.
Komandi dagarnir fara at vísa, hvørt feløgini eru sinnað at virka fyri hesum, og undir øllum umstøðum má tað sigast, at tað nú stendur á jøvnum, 1-1. Hetta soleiðis, at tað neyvan kemur upp á tal við enn einari útsetan av aðalfundinum. Og tí fer tað helst at standa greitt tann 3. apríl ? og kanska áðrenn tað ? hvør verður nýggi føroyski fótbóltsbossurin.
Confused? You won?t be after this episode of ? SOAP