FSF stuðlar dómarunum

Kappingarnevndin fer á fundi mikukvøldið at taka støðu til tað, sum gekk fyri seg í og eftir dystin millum TB og B36

Kæruviðgerð

Hóast Kappingarnevndin hjá FSF enn ikki hevur viðgjørt dómarafrágreiðingina frá dystinum á Sevmýri um vikuskiftið, so var tað ein hampuliga avgjørdur formaður í nevndini, sum vit høvdu orðið á mánakvøldið.
- Vit fara at hava fund um málið mikukvøldið, so fyrr enn tá fáa vit ikki komið við nakrari niðurstøðu. Men tað skal so ikki vera nakar sum helst ivi um, at vit taka fult undir við dómarunum, tá teir siga, at trygdarkrøvini skulu eftirlíkast.
Soleiðis staðfestir Bjarki Mohr alt fyri eitt, tá spurt verður, um Kappingarnevndin hevur tikið støðu í málinum.
Hann vísir eisini á, at tað fleiri ferðir áður hava verið trupulleikar við trygdarkrøvunum.
- Vit hava javnan fingið frágreiðingar frá dómarum, sum siga krøvini ikki verða eftirlíkað. Og vit hava eisini givið nøkrum feløgum ábreiðslur fyri hetta. Tíverri sær tað tó út til, at hetta ikki hevur verið nóg mikið, tí ein hending sum tann á Tvøroyri, eigur ikki at koma fyri. Tað er tíbetur sjáldan, at stemningurin er so ógvusligur eftir ein dyst, men tá tað er soleiðis, so skulu júst trygdarkrøvini forða fyri, at nakað hendir í so máta, staðfestir hann.

Reyða kortið til viðgerðar
Tá tosað verður um revsing fyri hendingina, vil Bjarki Mohr ikki siga nakað.
- Tað verður so eitt mál, sum vit fara at viðgera á fundinum. Men tað er einki at ivast í, at vit fara at nýta bæði dómarafrágreiðingina og sjónbandaupptøkur í okkara viðgerð, sigur hann.
Sambært kappingarreglunum um fótbólt, so eru fimm møguleikar fyri revsing, sum FSF kann gera nýtslu av. Hesir eru: At geva felagnum ávarin, at geva felagnum bót; at døma felagið at tapa dyst, at felagið verður dømt at missa heimavøll í ein ella fleiri dystir ella at felagið verður koyrt úr kappingini.
Umframt at gera av, hvørjar avleiðingar málið skal fáa fyri TB, so skal Kappingarnevndin eisini taka støðu til hendingarnar beint undan dystarloki. Tá fekk Jón Johannesen hjá TB reytt kort, sum kappingarnevndin skal taka støðu til. Men hartil verður støða helst eisini tikin til, hvørt teir tilburður, sum annars fóru fram kring reyða kortið, eisini skulu fáa avleiðingar.