Ítróttarklumman
Tíbetur helt semjan!
Ikki tí tað avgjørt er neyðugt, at forsetin fyri FSF eitur Christian Andreasen heldur enn Høgni í Stórustovu. Og ikki tí nývaldu nevndarlimirnir neyðturvuliga eru so nógv meira kompetentir enn teir, sum leygardagin fóru úr sessum sínum.
Men tað átti at staðið øllum greitt, at útskifting mátti til. Tað var einmælta semjan, tá aðalskrivarin varð biðin um at fara úr starvi sínum í heyst, og tað var semjan, sum at enda bar á mál, tá aðalfundurin leygardagin kundi staðfesta, at tað, sum kundi skiftast út, nú var skift út.
Tí tað vildi verið ein vanlukka, um skipaða samgongan fall í kongunum undan seinasta leikinum. Ein vanlukka, tí tað aftur vildi hildið føroyskum fótbólti í eisni støðu, har forsetin als ikki hevið tað vald, sum ein forseti eigur at hava, men ístaðin í tvey ár afturat skuldi verið partur av eini nevnd, sum ikki vil vita av sama forseta.
Nú er tann parturin greiddur, og so ræður um at koma til arbeiðis. Ein umskipan av valdinum í føroyskum fótbólti stendur fyri framman, og tað er altavgerandi, at hendan verður gjøgnumførd sum skjótast. At vit í framtíðini hava eina nevnd, ið virkar sum nevnd við strategiskum málsetningum. At vit hava eina nevnd, sum smíðar karmarnar, sum føroyskur fótbóltur skal virka undir, meðan umsitingin er tað embætisverk, sum fremur setta politikkin í verki.
Fundurin í heyst og aðalfundurin settu eina feita striku undir, at tað eru føroysku feløgini, sum eiga FSF. Nú er umráðandi, at somu feløg halda sín setning, soleiðis at tey leypandi eru við til at seta stóru linjurnar út í kortið, men at tey samstundis geva nevndini tann frið og tað álit, sum krevst, tá stórar umskipanir skulu fremjast.
Valstríðið er av. Farið nú til arbeiðis!