Kringvarpið fer ikki at vísa hæddarpunkt frá dystunum í bestu deildini í dag. Orsøkin er, at tað sleppur Kringvarpið ikki, tí Fótbóltssambandið hevur selt rættindini til Televarpið.
– Kringvarp Føroya hevur seinnu árini lagt seg eftir at hava hæddarpunkt frá fremstu fótbóltskappingini hjá monnum tøk á kvf.fo sum skjótast. Hetta ber ikki til meira. Televarpið hevur keypt rættindini frá Fótbóltssambandi Føroya, og avtalan forðar fyri, at hetta nú kann lata seg gera, skrivar Kringvarpið í dag.
Kringvarpið fer at siga frá dystinum í Sarpugerði í Gøtu millum Víking og KÍ, tá grækarismessuhaldið í Havn er liðugt. FM1 sendir eisini frá dystinum millum Víking og KÍ í Gøtu umframt dystinum í Havn millum HB og NSÍ og á Argjum millum AB og ÍF.