FSF Varpið: Ársins Mál 2016

Video: Nú kanst tú velja ársins mál

Árið er um at enda og tíðin er nú búgvin til at kjósa Ársins Mál 2016 í Effo-deildin. Av teimum tilsamans 412 málunum, ið vórðu skoraði í fremstu deildini í ár, eru tíggju tilnevnd at gerast ársins mál

 

Til ber at síggja málini við at trýsta á pílin á myndini

 

Í fleiri førum var talan um rættuliga góð mál. Nú er tað so upp til tey fótbóltsáhugaðu at avgera, hvør skal vinna heiðurin, at hava gjørt besta málið í Effo-deildini 2016.

 

Atkvøðurnar kunnu avgreiðast við at trýsta HER

 

Atkvøðugreiðslan verður skipað soleiðis, at atkvøðurnar á heimasíðuni telja 50 prosent, meðan atkvøðurnar hjá ”Serfrøðingunum”, sum tippa hjá FSF telja 50 prosent.

 

Atkvøðugreiðslan endar fríggjadagin 30. desember, og væntandi verður vinnarin kunngjørdur á ársins síðsta degi, leygardagin 31. desember.