FSF vil hava Allan at halda fram

Men Fótbóltssambandið er ikki sinnað at gera nýggjan sáttmála við venjaran fyri ein og hvønn prís

 

Men Fótbóltssambandið er ikki sinnað at gera nýggjan sáttmála við venjaran fyri ein og hvønn prís


Hóast HM undankappingin ikki er meiri enn hálvrunnin, tá føroyska ferðalagið í kvøld umvegis Frankfurt og Keypmannahavn kemur aftur til Føroyar úr Russlandi, so eru teir í Fótbóltssambandinum farnir undir arbeiðið at fáa greiðu á, hvør skal standa á odda fyri landsliðnum, tá tað í 2002 og í 2003 skal dysast í undankapping, har málið verður EM endaspælið í Portugal í 2004.

Sáttmálaskeiðið hjá Allani Simonsen verður liðugt, tá síðsti HM undankappingardysturin verður spældur í Slovenia leygardagin 6. oktober. Talan er um fjórða tvey ára sáttmálaskeiðið við Allan Simonsen. Hann hevur verið landsliðsvenjari síðani í februar 1994.

Roknaðu við Føroyum

Í Fótbóltssambandinum verður ikki fjalt yvir, at teir eru væl nøgdir við gongdina, sum hon hevur verið tey seinnu árini, og at teir í útgangsstøðuni avgjørt einki hava ímóti, at landsliðsvenjarin í 2002 og í 2003 verður Allan Simonsen.

? Úrslitini tala fyri seg. At tað í trimum teimum fyrstu HM undankappingardystunum eydnaðist at vinna ein, spæla ein javnan, og at røkka málmuninum 5?7 boðar frá, at talan hevur verið um framgongd. Torleif Sigurðsson, FSF formaðurin, og eg vóru á fundi í Geneve hósdagin í síðstu viku. Har vóru umboð fyri øll tey europeisku fótbóltssambondini. Tað varð tosað nógv um undankappingardystirnar, sum eru á skránni nú um dagarnar. Umboðini hjá Luksemburg vildu hava onnur at halda við teimum í, at teir fóru at vinna ímóti Føroyum, men teir fingu lítla undirtøku. Úrslitið leygardagin vísti, at teir, sum ikki vildu geva Luksemburg rætt í teirra vónum, høvdu roknað rætt. Vit løgdu leiðina um Luksemburg aftur til Føroya. Eg havi ikki verið til útidyst áður, og eg má siga, at tað var hugaligt at síggja, hvussu smidliga og miðvíst alt tóktist vera, og hvussu væl skipað alt var í sambandi við landsliðið.

Eru tit komnir nakran veg í samráðingunum við Allan Simonsen um eitt sáttmálaskeið afturat?

? Tað eru vit ikki. Vit hava tosað við hann, og vit hava sagt honum, at vit undir øllum umstøðum eru sinnaðir til, at hann verður við til at loysa spurningin saman við okkum. Tá tú hevur samstarvað í átta ár, og tá tú hevur verið nøgdir, so kvettir tú ikki bara á stokkinum. Vit hava biðið Allan Simonsen lagt síni krøv á borðið, og so hyggja vit at teimum. Eg rokni við, at hetta verður tikið upp nú í vár, sigur Ísak Mikladal.

Ikki fyri ein og hvønn prís

Tá vit spyrja, hvat skal til, fyri at talan skal verða um nýggjan venjara, svarar aðalskrivarin soleiðis:

? At halda uppat við samstarvinum, tí venjarin hevur verið so leingi hjá okkum, er eingin grundgeving í sær sjálvum. Tølini siga okkum, at talan hevur verið um framburð, og tí eigur tað ikki at koma óvart á, tá vit geva til kennar, at vit í útgangsstøðuni eru hugaðir fyri at halda fram at samstarva við venjaran. Men tað verður ikki fyri ein og hvønn prís. Áðrenn nakað meiri verður gjørt við spurningin, mugu vit kenna krøvini hjá venjaranum til framhaldandi samstarv.

Ísak Mikladal sigur, at undir øllum umstøðum vilja teir hava Allan Simonsen at vera inni í myndini, tá spurningurin verður viðgjørdur og loystur:

? Harvið sigi eg ikki, at Allan Simonsen fer at halda fram. Tað vita vit einki um enn. Men um hann ikki heldur fram, so vilja vit fegnir nýta hann sum ráðgeva, tá vit skulu seta onkran annan í sessin.

jh